Komandi hósdag 10. januar 2008 letur nýggj listarframsýning upp í Leikalund. Talan er um framsýning við myndum hjá Astrid Mouritsen
Astrid er úr Klaksvík og í løtuni búsitandi í Sørvági. Hon hevur teknað og málað frá barndómi av. Hon hevur verið á háskúla í Kerteminde í Danmark, har høvuðsgreinirnar vóru list, hondverk og snið. Hon hevur gingið í kvøldskúla hjá Archibald Black og Pól Skarðenni og tikið ymisk skeið, m.a. hjá Randi Gunnarsdóttir og danska listamanninum, Birger Møller, sum hevur givið nakrar bøkur út í Danmark, m.a. "Malebogen".
Hon hevur havt ymiskar framsýningar kring landið seinastu árini. M.a. hevur hon sýnt fram í Snarskivuni í Havn, á Norðoyastevnuframsýning, Lions Club, Café Jinx og í smiðjuni í Lítluvík. Málningar eru eisini javnan at síggja í Glarsmiðjuni í Havn.
Astrid er miðlagrafikari, men er í løtuni í barsilsfarloyvi.
Í samband við at framsýningin letur upp verður móttøka klokkan16, har høvi verður at hitta listarkvinnuna og har øll eru hjartaliga vælkomin. Leikalund bjóðar í hesum sambandi ein kaffimunn. Framsýningin verður annars hangandi til 1. februar og er at síggja í vanligar upplatingartíð hjá Leikalund – mánadag til fríggjadag frá 10 til 17.30 og leygardag frá 10-13.




