Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Framsýning og mótasýning

Oliver Joensen

Á Húsarhaldsskúla Føroya, varð í gjár, í Torravikuni, skipa fyri sera áhugaverdari framsýning av handaligum arbeiði, sum teir 21 næmingarnir á skúanum hava gjørt. Tað sum kanska serliga fall í eyguni, vóru framúr vøkru føroysku klæðini og glaslutirnir. Men har var hópin av øðrum, eisini skinnini, ið næmingarnir sjálvir høvdu garvað og snøggu og væl umfarnu klæðini, ið næmingarnir høvdu seymað til sín sjálvs.

Framsýningin er endin á skeiðnum hjá næmingunum, sum hava gingið á Húsarhaldsskúlanum í vetur. Nógvar umsóknir eru komnar til skúlan um luttøku komandi vetur, men pláss er bert fyri 21 næmingum, sigur Jóhanna á Tjaldrafløtti, stjóri á skúlanum og, leggur hon afturat, bíðilistin er langur. Tey, ið hava søkt inn á skúlan fáa boð 10. mars. Hetta sum eftir er til summarfrítíðina, skipar skúlin fyri styttri skeiðum. Vit hava eina sera fjølbroytta og áhugaverda skrá av skeiðum, millum annað um tara í materð. Nærri kunning fæst á heimasíðu skúlans.

 Her nakrar myndir frá hátíðarhaldinum: