Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Framsýningin hjá Kl. Kvøldskúla byrjar ídag Dýra Biðidag

Oliver Joensen

Í allan gjár hava nógv fók rokast í Ósáskúlanum, sum er snotiligi karmurin um framsýningina. Mong ymisk næmingaavrik verða víst fram og eisini verða onkrar tónleika- og dansiframførslur.

Dýra biðidag kl 15 byrjar stóra framsýningin hjá Klaksvíkar kvøldskúla og Føroya handarbeiðsskúla.

Í allan gjár hava nógv fók rokast í Ósáskúlanum, sum er snotiligi karmurin um framsýningina. Mong ymisk næmingaavrik verða víst fram og eisini verða onkrar tónleika- og dansiframførslur.

Kl. 15:00 setir forkvinnan í Mentanarnevndini framsýningina

kl. 15:45 verður harmonikutónleikur

kl. 16:15 verða ymiskar tónleikaframførslur

kl. 17:00 verður Line dansur og pardansur

Framsýningin er opin til kl. 20.

Umframt eygu og oyru, so verða smaksansirnir eisini stimuleraðir, tí ein leskilig heilsucafé er opin alla tíðina, har fólk kunnu keypa sær eitt hvørt fyri ein sámuligan prís.