Føroya handarbeiðsskúli hevur felags framsýning saman við Klaksvíkar kvøldskúla, og seinastu dagarnar hava tey, sum hava gingið til ymiskt í vetur, lagt seinastu hond á, nú framsýningin nærkast.
Talan er um eina fjølbroytta framsýning, sum umfatar m.a. málningalist, brodering, veving,endurnýtslu, seyming, binding, fotolist, horn- og silvurarbeiði, heilugóðan kost (Café), Modelsmíð, tónleik og dans.
Skráin:
kl. 15:00 Framsýningin byrjar
kl. 16:00 Próvhandan (Dugnaskaparskeið í sigling)
kl. 16:15 Livandi tónleikur
kl. 17:00 Dansur
kl. 20:00 Framsýningin endar
Eisini verður heilucafé, ar høvi er at keypa ein kaffi munn og okkurt afturvið fyri ein rímiligan pening.
Her er eitt videobrot, har tey ið dansa hjá Áshild, vandu fyri seinastu ferð, áðrenn framsýningina:




