At hegni og hugur til at reka handil kann koma til sjóndar á ungum árum, fingu vit eitt gott dømi um í Vágstúni nú ein dagin, har nakrar fittar gentur høvdu sett á stovn teirra egna lítla handil.
Tú sært tað ikki so ofta longur, at børn í einum grannalag taka seg saman og finna uppá serlig tiltøk, tí nú eru tey flestu á stovni ella upptikin av ítrótti og øðrum, sum eisini er sera gott og mennandi.
Men nú ein dagin sóust nakrar fittar, ungar gentur í Vágstúni, har tær høvdu sett á stovn ein lítlan uttandura handil, ein marknað av vørum, sum tær mundu hava útvegað sær frá foreldrunum ella øðrum næstringum.
– Tær tríggjar eru stjórar, og vit báðar sleppa at arbeiða hjá teimum í handlinum, greiddi ein sera skilagóð genta frá, tá ið vit vóru framvið við myndatólinum og fregnaðust.
Hesar framtakshugaðu genturnar við handilsblóði í æðrunum greiddu hugagóðar frá, at tær høvdu biðið um loyvi til at hava hendan handilin, og at tær fóru at geva ein part av avlopinum til eitt gott endamál.
Tær dugdu ikki ordiliga at siga, hvussu sølan hevði gingið, og prísurin fyri vørurnar var eisini til at diskutera, fortaldu genturnar, sum allar vóru úr grannalagnum í Vágstúni og har um leiðir.
Ein sera hugnalig og ikki minni hugalig býarmynd í Klaksvík hendan kalda gerandisdagin í vikuni at síggja eitt dømi um, hvussu hugflogsrík tey ungu børnini kunnu vera í sínum spæli.




