Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Framtíðar Klaksvíkar sjúkrahús

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Klaksvíkar sjúkrahús hevur altíð verið eitt vælvirkandi  sjúkrahús.  Eyðkenni hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi er, at tað altíð hevur verið eitt slóðbrótandi sjúkrahús. Í flestu  førum er hetta blivið kopierað av øðrum sjúkrahúsi og tikið frá Klaksvíkar sjúkrahúsi.  

Um vit hyggja aftureftir, so síggja vit, hvussu okkara læknar her norðuri hava gjørt eitt  sera gott  arbeiði.  Eisini  hava vit  havt dugnaligar útlendskar læknar   innan ymiskar greinar. Sjúklingurin hevur  altíð verið í fokus. Hetta  hava vit  sæð  aftur í sjúklinganøgdsemiskanning, sum var  í Topp.

Tíðirnar broytast

Tíðir broytast  og Klaksvíkar Sjúkrahús skal fylgja við.  KS skal  framhaldandi vera  eitt vælvirkandi sjúkrahús við møguleikum og avbjóðingum.  Mótburðurin  og ágangurin hevur verið og  er harður.  Alt bleiv ikki soleiðis, sum vit vónaðu og trúðu uppá. Vit vera tó noydd at  reisa  okkum,  sum fuglurin Føniks, og royna  nýggjar møguleikar og nýggjar leiðir.  Møguleikar, sum eru avbjóðandi fyri læknar, sjúkrasystrar og annað starvsfólk. Vit mugu royna at  finna nýggjar hurðar, og avgerandi er, at vit velja ta røttu.

Vit eiga framhaldandi at  gera avtalur við  norðurlendsk universitetssjúkrahús. Her kann talan blíva  um eina røð av heilsutænastum, bæði innan medisin og skurðviðgerðir.   Avtalur  við ávís universtitetsjúkrahús, hava  eisini tann fyrimunin við sær, at  somu læknarnir, kirurgarnir osv.  koma aftur.

Telemedisin

Telemedisin saman við konsulentum er framtíðin. Hetta verður nógv brúkt aðrastaðni, og her eiga vit eisini at fylgja við.  Serlækni innan ávísa læknagrein kemur hendavegin at arbeiða í nakrar vikur um árið. Hetta   saman við  vælútbúnum  starvsfólki,   sum assistera  via  telemedisin er ein nærliggjandi møguleiki.

Framtíðin er framvegis planlagdar skurðviðgerðir. Tað skal framvegis vera ein almenkirurgur og ein ortopædkirurgur fast á KS.  Somuleiðis skal haldast áfram við at gera knæ- og mjadnaskurðviðgerðir og kikarakanningar av maga og tarmi.   Vaktarskipan skal  framvegis vera  á KS, um okkurt óvæntað skuldi hent.

Á Klaksvíkar sjúkrahúsi starvast dugnalig starvsfólk.  Serlæknar aðrastaðni frá  hava verið frammi  og róst hesum fyri dygdargott arbeiði.  Við dugnaligum  starvsfólkum   saman við telemedisini –  sum er framtíðin –  eru vit sera væl fyri.

Heilsudepil

Tað er eitt “must” at vit skjótast møguligt fáa ein heilsudepil  í Norðoyggjum.  Vit hava starvfólkini, so her eru vit eisini sera væl fyri. Starvsfólk eru í økinum við  sergrein innan krabba, kol, diabetes og heilsuráðgeving.  Saman við okkara kommunulæknum kundi hetta  skjótt blivið ein sólskinssøga.

Heilsudepilin kundi verið á KS, har kommunulæknarnir høvdu vaktina.  Her vórðu teir  í einum umhvørvi, har teir kundu sparra, og høvdu alla tað hjálp teir høvdu  brúk fyri við hondina. 

1870 á KS

Sum tíðin hevur víst, so virkar  1870 ikki nóg væl. Vit hava  bæði lisið og hoyrt  um ónøgdsemi.   Hvussu ótolandi  tað er í ringum veðri , at  fara heilt  suður á LS,  við smábørnum, gomlum, sjúkum og veikum á náttartíð fyri at blíva kannaði av lækna. Í nógvum førum  verður koyrt framvið  KS, fyri at halda fram suður á LS at blíva kannaður. Ein koyritúrur, sum kundi tikið 15 min gerst lættliga  til 1 t og 15 min.

Onki er meir natúrligt  enn,  at ein læknavakt sat á KS, so  norðoyingar og eysturoyingar høvdu styttri veg til lækna.

Samstarv er lykilin fram og 1870 og KS (skaðastovuna) eiga at samstarva.  So vistu fólk, hvar tey skuldu fara og ongin misskiljing varð.

1870 skal kanska seta sjúklingin meir  í fokus.

Møguleikarnir eru nógvir. Men tað skal samstarv til, ikki kegl og stríð. Vit eiga framhaldandi at virða og  vera góð við okkara sjúkrahús.

Eitt liggur fast,  og tað er,  at eins og einum sjúklingi  tørvar lækna, so tørvar einum sjúkrahúsi læknar og eisini serlæknar. Uttan læknar/-serlæknar onki sjúkrahús.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur 

løgtingslimur