Tað kostar at reka eitt gott vælferðarsamfelag. Hvussu kann tað verða skipað á allarbestan hátt? Sum nú er, mangla 245 mió. kr. í at rinda føroyska vælferðarsamfelagið.
Tað kostar at reka eitt gott vælferðarsamfelag. Hvussu kann tað verða skipað á allarbestan hátt? Sum nú er, mangla 245 mió. kr. í at rinda føroyska vælferðarsamfelagið.
Tiltak: Ungdómar hjá Fólkaflokkinum skipa mikukvøldið kl. 19.30 fyri forvitnisligum tiltakið í Bakaríinum hjá Jórun. Soleiðis skrivar HUXA um tiltakið:
“Vit hava í dag eitt sterkt vælferðarsamfelag, sum vit hava uppbygt yvir fleiri ættlarlið, har øll hava møguleika fyri at útbúgva seg, fáa heilsurøkt o.a. Men hetta er dýrt at reka.
Í 2014 245 mió. kr. dýrari, enn hvat landskassin væntast at fáa í inntøku. Hetta verður fíggjað við lántøku, sum ein dagin skal rindast aftur. Í londum kring okkum síggja vit, hvussu lántøka søkkur vælferðardreymin (Grikkaland, Spania og Portugal), og borgarin stendur eftir á berum.
Føroyska vælferðarsamfelagið stendur yvir fyri nøkrum risa avbjóðingum komandi árini. Vit gerast færri á arbeiðsmarknaðinum, og tað gerast fleiri eldri. Hetta leggur trýst á vælferðartænastur.
Tí er neyðugt, at gera nýskipanir og átøk longu nú.
Pensjónsnýskipanin er eitt stig á leiðini til at tryggja at pensjónin verður uppsparingarfíggjað – ikki skattafíggjað sum í dag.
Eisini hevur verið frammi, at møguleiki skal vera fyri, at útveita vælferðartænastur til privat at reka. Við útleggingini av eldraøkinum verður møguleiki at útveita eldrarøkt.
Hvussu kunnu vit tryggja haldføri av vælferðarsamfelagnum, samstundis sum fólkasamansetingin broytist?
Kann vinnan veita vælferðartænastur bíligari enn tað almenna?
Hesum spurningum fara vit at lýsa og viðgera á Bakarínum hjá Jórun í Klaksvík mikukvøldið 26. mars kl. 19.30.
Jón Joensen, hagfrøðingur á Hagstovuni, leggur fram framskrivingar av fólkatalinum og fólkasamansetingini.
Joen Magnus Rasmussen, tingmaður fólkafloksins, greiður frá, hvussu vælferðarsamfelagið verður lagt í trygga legu, og hvørji átøk eiga at verða gjørd.
Bergur Poulsen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, greiður frá, hvørjar vælferðartænastur kundu verði veitt privatum at reka.
Eftir hetta verður møguleiki at seta spurningar og kjakast.
Øll eru vælkomin!
HUXA – Fólkafloksungdómur”




