Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Framtíðin hjá vallærugreinini Týskt í føroysku skúlaskipanini

Týsktlærarafakbólkarnir í Hoydølum og á Studentaskúlanum á Kamsdali

Vit lærarar í týskum á miðnámi harmast um, at fremmandamálini í nýggju miðnámsskúlaskipanini eru niðurraðfest í mun til náttúruvísindaligu fakini og samfelagsfrøði. Niðurraðfestingin er sera sjónlig, nú næmingar á øðrum sinni hava valt leiðir og valfak eftir nýggju skipanini.

Vit lærarar í týskum á miðnámi harmast um, at fremmandamálini í nýggju miðnámsskúlaskipanini eru niðurraðfest í mun til náttúruvísindaligu fakini og samfelagsfrøði. Niðurraðfestingin er sera sjónlig, nú næmingar á øðrum sinni hava valt leiðir og valfak eftir nýggju skipanini.

Einans tveir flokkar í Hoydølum fara at byrja skúlaárið 2014-2015 við týskum. Tilsamans verða 6 flokkar í týskum á skúlanum skúlaárið 2014-2015. Samanborið við skúlaárið 2011-2012, áðrenn nýggja miðnamsskúlaskipanin fór at virka, vóru 14 týsktflokkar á skúlanum. Á Studentaskúlanum á Kambsdali verður ein nýggjur flokkur í týskum skúlaárið 2014-2015. Eftir tí gomlu skipanini høvdu fimm ella kanska 6 flokkar byrjað komandi skúlaár. Afturgongdin er sjónligast fyri týsktfakið, men samumtikið hava øll fremmandamál færri flokkar.

Vit eru sera hørm um gongdina og stúra fyri, um fakið megnar at yvirliva í hesi nýggju skipanini. Tí vilja vit hervið gera Mentamálaráðið vart við støðuna hjá týsktfakinum og fremmandamálum sum heild í nýggju miðnámsskúlaskipanini.

Tað er í stóran mun málfakini, ið bera almennandi menningina hjá tí einstaka næminginum. Tí at læra mál merkir eisini at læra mentan, søgu, livihættir og aðrar hugsanir at kenna.

Vit meta, at næmingar í føroysku miðnámsskúlaskipanini missa ein sera týdningarmiklan førleika, um málini ikki fáa betri sømdir.

Niðanfyri verður grundgivið fyri týdninginum av týskum sum almennandi fak á miðnámsskúlanum:

1. Ein styrki, ið føroyskir næmingar hava havt er, at teir duga mál. Hetta hevur leingi verið ein styrki og ein fyrimunur fram um nógv onnur lond, ið vit hava verið stolt av. Nú fremmandamálini, eisini danskt, verða niðurraðfest, er stórur vandi fyri, at hesin førleiki fer fyri bakka.

Næmingar fáa danskt í 3.flokki í fólkaskúlanum og enskt í 4. flokki. Síðan læra teir einki nýtt mál fyrr enn í 1s, um næmingar ikki velja týsk í 8. og 9. flokki. Haraftrat verður danskt kanska slept á miðnámi, tí danskt jú nú er valfak í nýggju miðnámsskúlaskipanini.

Henda gongdin er tann øvugta í mun til nýggju skipanina fyri fólkaskúlan í Danmark. Her eru fremmandamálini uppraðfest, og danska “Undervisningsministerium” grundgevur soleiðis fyri uppraðfestingini: Omverdenen stiller i stigende grad krav om øgede sprogkundskaber, og derfor indføres der med folkeskolereformen mere og tidligere undervisning i fremmedsprog… For også at styrke undervisningen i 2. fremmedsprog fremrykkes tysk/ fransk til 5. klasse og gøres obligatorisk. I 5. og 6. klasse afsættes henholdsvis én og to ugentlige lektioner til tysk eller fransk i den vejledende timefordeling.(www.uvm.dk).

Næmingar í Danmark byrja tí fyrr við fremmandamálum fyri at læra málini betur – og ikki sum í nýggju føroysku skúlaskipanini, har næmingarnir verða enn eldri, tá teir byrja at læra fleiri nýggj mál.

2. Týskt er einasta mál, ið føroyskir næmingar kunnu lyfta upp á hástig framhaldsmál (Týskt f /A) afturat enskum.

Tað er sera harmiligt, um føroyskir næmingar bert kunnu fáa eitt hástig framhaldsmál framyvir. Ynskja vit eina skúlaskipan, har málførleikin er so eintáttaður?

Eftir gomlu miðnámsskúlaskipanini er áhugin fyri týskum á hástigi stórur millum næmingar í Hoydølum. Á hvørjum ári hava hástig verið, og komandi skúlaár 2014-2015 verða tveir flokkar í 3.s.

Um vit enn ynskja at geva næmingum henda møguleika í nýggju skipanini – eisini í framtíðini – er tað altavgerðandi, at næmingar hava havt týskt í framhaldsdeildini. Tí er tað av stórum týdningi, at næmingarnir verða kunnaðir á rætta hátt, áðrenn teir byrja í framhaldsdeildini. Tað er ikki møguligt at enda týskt á hástig framhaldsmál, um næmingurin ikki hevur havt týskt í framhaldsdeildini, og tað er tí av sera stórum týdningi, at næmingar fáa hesa vitan longu í 7. flokki áðrenn teir skulu velja fak til 8. flokk.

Vit ivast í, um hetta er alment kent á skúlunum, og at tann kunningin, ið næmingarnir fáa frá skúlaleiðara og lestrarvegleiðara verður borin fram á rættan hátt. Vit hoyra ferð eftir ferð, at 7.flokkir fáa at vita, at nú er ikki neyðugt við týskum longur fyri at sleppa inn á Hugbreytina á miðnámi. Hetta má átalast, tí hetta er ein skeiv fatan.

Tað er rætt, at tað ikki longur er eitt upptøkukrav á miðnámsskúlunum, men tað er enn neyðugt hjá føroysku næmingunum at søkja sær lærdóm innan onnur týdningarmikil fremmandamál afturat enskum, m.a. týskt.

Tá næmingar koma í miðnám er tað eins týdningarmikið at hava lært grundarlagið innan mál, sum at hava lært grundarlagið innan støddfrøði og alis-og evnafrøði, um ein næmingur skal megna at fylgja við í undirvísingini. Tí á miðnámi verða teir møttir við høgum málsligum krøvum, og hava ilt við at fylgja við í málsligum lærugreinum um málsligi førleikin ikki er í lagi.

Undirvísingin í týskum hevur í nógv ár lært føroyskar næmingar um grundarlagið innan mál, mállæru, mentunarrák, nýggja europæiska søgu o.a. Hesir førleikar hava stuðlað undirvísingini í føroyskum og øðrum fremmandamálum. Lærdómur er sum kunnugt ein samanhangandi “organisma”. Tí standa vit sum fakbólkur spyrjandi yvirfyri tí hugburðið, at málini eru niðurraðfest í nýggju føroysku skúlaskipanini, og at næmingar, ið møguliga ætla sær víðari á miðnámsskúla, ikki verða kunnaðir um týdningin av at læra frammandamál. Harmiligi hugburðurin til mál undirvurderar ikki bert týdningin hjá týskum í føroyska skúlanum, men hjá málunum sum heild.

Týsktlærarafakbólkarnir í Hoydølum og á Studentaskúlanum á Kamsdali