Forkvinnan fyri VB/Sumba, Vígdis Nolsøe vildi hvørki vátta ella avsanna tíðindini, men frá øðrum ábyrgdarfólki í VB fingu vit at vita at eitt tíðindaskriv var á veg
VB liggur í løtuni niðast í Formuladeildini við einans 8 stigum fyri 11 dystir (kelda:HB.fo) og tí er trýsti á venjaran John Christensen vorið sera stórt
Formaðurin fyri felsgsliðið VB/Sumba, Vígdis Nolsøe, vil onga viðmerking gera til tíðindini sum eru farin at ganga at venjarin er uppsagdur, men Norðlýsið hevur tó frætt at eitt tíðindaskriv verður lagt út á heimasíðuna hjá felagnum seinri í dag.




