Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Framtíðin hyggur at framtíðini

John William Joensen

Býráðið í Klaksvík fær stundum vitjan av skúlaflokkum og ymiskum ungdómi.

Henda dagin komu børn frá einum barnagarði Dr. Margrethu í Klaksvík at hygga at hvussu og hvar borgarstjórin í Klaksvík "búði". Tey hildi tað var fínt inni. Men børnini vóru meiri áhugað í at fáa at vita, hvat tað var fyri nakað spennandi, sum stóða á borðinum hjá borgarstjóranum: Eitt modell av miðbýnum.
Borgarstjórin royndi at greiða frá tí komandi miðbýarætlanini og børnini komu við áhugaverdum spurningum og uppskotum um víðari og enn meira spennandi útbyggingum og broytingum av miðbýnum
So borgarstjórin Steinbjørn O. Jacobsen fekk nógv at hugsa um, nú hann stóð við framtíðini í Klaksvík, sum hugdi at framtíðini síni í Klaksvík.