Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Framúr góð konsert í Norðurlandahúsinum

John William Joensen

Tað besta av tí besta í kórhøpi úr Klaksvík, saman við Lenu Mariu Klingvall úr Svøríki í Norðurlandahúsinum.

Tað besta av tí besta í kórhøpi úr Klaksvík, saman við Lenu Mariu Klingvall úr Svøríki í Norðurlandahúsinum.

SUÐ og 17 Sangarar løgdu fyri og vóru sum altíð avbera góð.

Lena Maria Klingvall, sum ongar armar hevur og hálvtannað bein greiddi frá lívi sínum, sum svimjari á høgum stigi fyri brekað. At hon hevði ferðast kring at kalla allan knøttin bæði sum sangari, rithøvundi og fyrilesrtarhaldari. Eisini sum kveikjari hjá stjørnum og borgarstjórum at betra um støðu teirra brekaðu vítt umkring í heiminum.

Henni dámdi væl at ferðast og var Japan hennara besta ferðamál. Men nú hon aftur var í Føroyum, og hevði havt stundir at hyggja seg um, so metti hon Føroyar sum eitt sera vakurt land við hópin av fyrikomandi og gestablíðum fólki.

Men tað var undrunarvert at hoyra Lenu greiða frá lívi sínum og tí lísvilja og -mót hon hevði. Løtt til látur og sum hon segði: Tað er umráðandi at tú ikki tekur teg sjálvan ov hátíðarligt, men dugir at grína at tær sjálvum.

Tí kundi hon skemtiliga siga: Eg lat borgastjóran vinna við eini armslongd. Eisini hevur hon skrivað bókina Lívsins fótnotir – hon skrivar jú við fótinum, tí hon ongar armar hevur.

Hon sang væl og hevði dugnaligar tónleikara við sær. Ein á flygel, ein bass og ein trummuleikara.

Hon fegnaðist um tað hon kundi, heldur enn at falla í fátt um tað, hon ikki kundi. Við tí skreda førleika, hon hevði – tó at hon er eitt heimsnavn, kanst tú ikki annað enn ásanna, at vit við øllum okkara fullbornu limum, gremja okkum í so nógv.

Tað er Tóra við Keldu, sum hevur fingið ferðina í lag. Hon hevur fyri mongum árur síðan svomið til kappingar úti í heimi, har Lena Maria Klingvall eisini var við.

Ein hugtakandi løta við góðum sangi og tónleiki – og ikki minni hugvekjandi frásøgum um eitt skert menniskja, sum tó er vorðið heimskent vegna mongu góðu gávur sínar, sum hon nýtur til fullnar.

Dávur Winther

Harleyfacadeacryl