Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Framúr gott ár hjá KTF

John William Joensen

Petur Hans Poulsen, sum hevur verið formaður í KTF seinastu 30 árini, er sera væl nøgdur við úrslitini í liðkappingunum.

– Seinastu trý árini hava vit verið sera nær við men eru altíð vornir ov stuttir.
Tað eina árið bleiv tað til umdyst móti Vestmanna, sum vit síðani taptu.
Hóast vit hava ligið í toppinum á hvørjum ári, so er tað altíð nakað serligt at gerast Føroyameistari.

Liðkappingin
Tað eru 10 umfør í alt í 1.deild og gekk tað sera væl tey 8 fyrstu umførini hjá KTF.
– Tá høvdu vit 24 stig og lógu á odda. Hetta var eisini viðvirkandi til at vit komu at liggja so mikið væl fyri at vit toldu at tapa teir báðar seinastu dystirnar.

Leikararnir
Petur Hans Poulsen sigur at hóast felagið ikki hevur havt allar leikarar tøkar alt árið so vísir kappingin at KTF eigur nógvar sterkar telvarar.
– Í løtuni eru fleir av sterku leikarunum hjá okkum búðsitandi í Danmark har teir luttaka í donsku kappingini. Heini Olsen fekk fyri kortum fyrsta "IM normin" og hann hevur heldur ikki verið við í kappingini í ár.
Eisini hevur Eyðun Nolsø verið í Danmark men hann var við á liðnum  í seinasta umfarinum.
Terji Petersen hevur heldur ikki verið við í ár men hóast hetta er liðið sera sterkt og tað hava vit undirstrikað við at vinna FM.

Teir sum hav mannað 1. liði í ár eru:
Ólavur Simonsen, Eyðun Nolsø, Rani Nolsø, Finnbjørn Vang, Tummas Martin Antoniussen, Ingolf Gaard og Esbern Christiansen.

2. deild
gjørdist nr. 3 og fekk bronsu. Her gjørdist Vestmanna nr. 1 og flytur tí upp í 1. deild. Havnin gjørdist nr. 2 og Klaksvíkin nr. 3.
KTF hevur onga manning havt í 3. deild í ár, men møguliga fara meistararnir úr unglingadeildini at luttaka í 3. deild í komandi ár.
Teir, sum hava mannað 2.deild eru: Wille Olsen, Ingolf Gaard, Esbern Christiansen, Rani Baldursson, Egil Finnsson, Vagn Heldarskarð, Jan Simonsen og Rógvi Dragaberg.

Unglingar
Klaksvíkar Talvfelag hevur havt tvey lið tilmeldað í unglingadeildini.
KTFa fekk 33½ stig av 40 møguligum, sum svarar til eina úrtøku, sum er omanfyri 80%  í meðal.
KTFb kláraði seg eisini sera væl og endaði sum nr. 4 einans tvey stig aftanfyri Gøtu sum gjørdist nr. 3.
KTFa gjørdist Føroyameistari, HTa gjørdist nr. 2 við 27½ stigum, GT nr. 3 við 27 stigum og nr. 4  gjørdist so KTFb við 25 stigum.
Tey sum hava mannað KTFa í ár eru: Rógvi Dragaberg, Herborg Hansen, Eilif Arge og Danny Baldursson.
Teir sum hava mannað KTF b í ár eru: Dánjal Petur Jacobsen, Berint Kalsø, Regin Sivertsen, Bogi Hansen og Eli Bjartalíð.

Gott úrslit
Talan er um eitt av heilt góðu árunum hjá felagnum, tá tosað verður um liðkappingar. Á páskum verður FM fyri einstaklingar á Toftum har Føroyameistarin og unglingaføroyameistarin skulu finnast.
Í Føroyameistarakappingini fyri børn og ung, í árg. 8-90, gjørdist Rógvi Dragaberg nr.1, Herborg Hansen nr. 3 og Berint Kalsø nr. 5.
Í árg. 91-92, gjørdist Eilif Arge nr. 4 og Bogi Hansen nr. 6. Í árg. 93 og yngri, gjørdist Magnus Dánjalsson nr. 6.

Vælnøgdur formaður
Tá vit at enda spurgdu formannin í KTF, Petur Hans Poulsen, um umstøðurnar hjá Klaksvíkar Talvfelag, lat hann væl at.
– Umstøðurnar hjá okkum eru rættuliga góðar í felagshúsunum á Akursmørk sum vit kalla "Skákið"
Hóast húsini ikki eru stór, so eru tey sera hugnalig og nøkta dagliga tørvin hjá felagnum. Tá vit skipað fyri størri kappingum plaga vit at halda til í Ósáskúlanum og hevur samstarvið við skúlan verið fyrimyndarligt.