Nú útoyggjastevna er á Kalsoynni, er ferðasambandið sera gott, eisini Alfa Pilot er farin í sigling.
Klæmint Hansen sigur við Norðlýsið, at Alfa Pilot fer at sigla í Kalsoynna frá kl. 17 og so langt út á náttina, sum tørvur er á sigling. Vit hava ongar fastar tíðir, men sigla so títt vit megna ella sum tørvur er á, sigur hann at enda.




