(Dystarfrásøgn) Súni Olsen skoraði triðja dystin á rað og var maðurin sum við tveimum framúrskarandi málum setti KÍ í gongd í einum dysti, sum fyrst og fremst verður mintur fyri tey bæði málini.
Súni Olsen dugur at skjóta
Hjá KÍ sat Jákup B. Andreasen uttanfyri við leikbanni, meðan Ahmed Mujdragic sat á bonkinum við smáskaða. Tí byrjaði Súni Olsen á sentrala miðvøllinum, meðan David Langaard var á høgra vongi. Hjá TB manglaðu m.a. Bárður Dimon, Rógvi Joensen og Salmundur Bech.
Fyrstu løtuna hendi ikki nógv, har KÍ royndi, men ikki heilt megnaði at seta seg á dystin, meðan TB liðið var sera verjukent. Men nærum burturúr ongum smekkaði Súni Olsen eitt langskot avstað og hóast tey flestu nokk sóu bóltin hava kós uppum málið, so hevði hann kós beint niðriundir yvirleggjaranum. Og lítla løtu seinni var tað tiltikni frísparksteknikkurin hjá Súna, sum klaksvíkingar sluppu at uppliva fyri aðru ferð í ár. Bólturin bleiv skotin uppum múrin og í málhornið til 2-0. Eftir hetta tóktist KÍ fáa tamarhald á fyrra hálvleiki, har TB bara hevði ein mál møguleika av týdningi.
Deydligur seinni hálvleikur
Í hálvleikinum kom Tórur Justesen inn fyri Semir Hadzibulic, sum fekk ein snudd. KÍ byrjaði væl og tóktist ætlað at fáa triðja málið skjótt. Serliga eydnaðist væl at koma ígjøgnum í vinstru síðu. Men sum fráleið dalaði leikferðin í dystinum. Bæði liðini høvdu sínar møguleikar áðrenn Páll A. Klettskarð í 64. minutti revsaði eitt mistak í TB verjuni. Tað bleiv eisini 4-0 í 70. minutti, tá Páll A. Klettskarð eftir hornasparksinnlegg legði bóltin til Niels Paula Danielsen, sum skoraði sítt fyrsta mál í ár. Einki mál kom afturat og sum heild var ikki nógv at skriva heim um í dystinum, har leikferðin ikki var tann hægsta. KÍ hevði tamarhald á tí mesta, hóast TB gjøgnum seinna hálvleik fleiri ferðir kom til góðar støður. Hóast KÍ vann 4-0, so var talan ikki um ein av bestu dystunum hjá KÍ í ár og samstundis rakti eitt nakað skert TB lið ein ringan dag, tí undan hesum dystinum hevði TB ongantíð tapt við meir enn einum máli móti KÍ. Stigini vóru ongantíð í vanda hjá heimaliðnum. Men givið er, at at næsta uppgávan, ið er steypafinalan móti Víkingi, fer at krevja nógv meira av KÍ.




