Teir eru tættir sum kannan, men mangt bendir á, at eitt samskifti í løtuni
fer fram millum KÍ og verandi venjarapar, Eyðun Klakstein og Trygvi Mortensen, og um einki óvæntað hendir, taka teir eitt tørn afturat í 2008.
Tað verður neyvan rópt og skrálað við samráðingarborðið, tá Kári Purkhús situr øðru megin borðið, og Eyðun Klakstein situr hinumegin saman við Trygva Mortensen, so stillførir sum teir eru, men fyri tann skuld eru teir menn fyri sínum meiningum – eingin ivi um tað.
Góða samanhaldið
hevur skapt trivnað
Ikki er tað altíð jól og góðir dagar hjá einum venjara. Tað hava vit so nógv dømi um, og í løtuni hava teir báðir, Eyðun og Trygvi, ikki tað besta viðrákið, soleiðis sum úrslitini hava háttað sær í seinastuni.
Hinvegin hava teir – saman við leikarunum, hjálparfólkum o.ø. – longu rokkið tí fyrsta málinum, sum varð sett, tá teir tóku yvir ábyrgdina av flaggskipinum, nevniliga at umgangast niðurflytingarvandan, sum tá varð byrjaður at ørkymla um ikki beinleiðis at hótta.
Tað er ymiskt, hvussu kemi’in er millum ymisk fólk. Her hevur tað víst seg higartil, sæð frá síðulinjuni, at samansetingin av teimum báðum, Eyðun og Trygva, riggar væl, bæði persónliga og eisini fótbóltsliga.
Hetta góða stevið teirra millum hevur uttan iva verið viðvirkandi til ta spæligleði og trivnaðin, sum hevur eyðkent hópin undir teirra leiðslu. Gaman í hava úrslitini – til nú – eisini spælt við, og tí mugu teir nú eisini vísa, at teir megna hetta, nú úrslitini ikki ganga eftir vild.
Eisini spurningur
um at fáa leikarar
Samráðingar millum feløg og venjarar fevna ofta eisini um annað og meira enn bert teir sjálvar, tí sjálvt tann besti venjarin kann einki gera uttan góðar leikarar úti á vøllinum.
Tað kann tí væl hugsast, at samráðingarnar millum Eyðun og Trygva øðrumegin og KÍ hinu megin borðið eisini snúgva seg um, hvørjum leikarum roknast kann við í besta hópinum hjá KÍ í 2008.
Tey seinastu 3 úrslitini hjá KÍ eru ein strika í rokningini, men um tann gongdin verður vend nú, so hava teir báðir sum venjarar samanumtikið gjørt sín setning, sum var at rætta flaggskipinum aftur á rætta kós í Formuladeildini.
Ætlanin við 1. deild
hvarv við Trygva
Hinvegin var tað ikki uttan kostnað at taka Trygva Mortensen frá 1. deildarliðnum, har hann var í holtur við eitt sera spennandi arbeiði við teimum ungu og evnaríku leikarunum.
Tað er tí avgjørt vert eina roynd aftur komandi ár at seta ein góðan venjara – kanska ein triðja venjara aftur at teimum báðum – sum burturav fær til uppgávu at brúka og menna teir ungu leikararnar á 1. deildarliðnum.
Livst, so spyrst!




