Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Framvegis fá mál í Effodeildini

Jákup Ósá

Hóast fleiri mál eru komin seinastu tíðina enn fyrstu umførini í Effodeildini, so er hetta framvegis eitt kappingarár, har tað eru komin munandi færri mál enn vanligt. 

Taka vit fyrstu 11 umførini og samanbera tey við onnur ár, so eru minni enn 2,75 mál pr. dyst komin higartil í ár. Síðani 2009 eru altíð meir enn 3,00 mál skorað pr. dyst og onkuntíð meir enn 3,20 mál. Samanbera vit hinvegin við fyrstu 11 umførini hini árini aftur til 2009, so vóru eins fá mál skorað í miðal í 2012, meðan tað eisini í 2016 var undir 3,0 mál pr. dyst fyrstu 11 umførini. Sí talvur niðanfyri sum staðfesta, at færri mál koma í ár enn vanligt.