Í august í 2003, skrivaðu vit um ruskplássið á Knúksdali, sum tá sá út sum ein umhvørvisbumba, og ídag er sama skilið.
Hvør eigur ábyrgdina? IRF, kommunurnar í Kalsoynni? Ella bæði, tað koma vit inn á seinni, men vakurt sær tað ikki út, og avvarandi myndugleikar eiga og skulu finna eina loysn, tí tað kann ikki vera rætt at onki hevur verið gjørt alla hesa tíð.
Leitar tú í savninum á heimasíðuni undir teiginum "Leita" og skrivar "IRF", so ber til at finna myndirnar frá 29. august 2003, sum ikki eru so fúlar sum hesar.




