Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Frank Lampard til Manchester City

Jákup Ósá

Tað bendur alt á sambært enskum miðlum.

Tað bendur alt á sambært enskum miðlum.

Sáttmálin hjá Frank Lampard gekk út eftir seinasta kappingarár. Síðani hevur hann gjørt avtalu við New York City í USA. Men hetta liðið skal ikki sæola dyst fyrr enn í mars mánaða. Tað hevur latið upp fyri møguleikanum at Lampard kann leigast til Premier League at spæla fyrsta partin av kappingarárinum. QPR hava verið nevndir, men nú er Lampard í samráðingum við ensku meistararnar Manchester City. Sum skilst í fleiri enskum miðlum, so verður helst ein leigu avtala uppá 6 mánaðir gjørd innan alt ov langa tíð.