Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Franka á G!

Danial Viðoy

Vit kunnu í dag avdúka enn eitt navn á G! skránni, tað er elektroniska stjörnuskotið Franka, ið kemur heim til Föroyar at spæla.

Vit kunnu í dag avdúka enn eitt navn á G! skránni, tað er elektroniska stjörnuskotið Franka, ið kemur heim til Föroyar at spæla.

Tað fortelur G! festivalurin í tíðindaskrivi. Og víðari greiðir G! Festivalurin frá um stjørnuskotið:

Franka telist millum mest spennandi föroysku elektronisku növnini ella föroysku er kanska í so avmarkandi fyri Franku, tí hóast oddakvinnan í Franka Helena, er dóttir navnframa föroyska songkvinnu, so hevur hon einamest búleikast í Danmark.

Tónleikurin er melodiskur, men dregur elementir úr bæði poppi og avant garde. Onkuntíð er tað myrkt og speglar fortíðina hjá songkvinnuni í punk verkætlanini Helena Murr Murr, og aðrar tíðir er tónleikurin lívligur og festligur.

Franka fevnir víða, og tónleikurin kann tykjast fjölbroyttur, men eyðkenda röddin knýtur alt væl saman.

Franka er frálík á einum palli, eins og áskoðararnir á Frigg kundu uppliva herfyri. Hon er sterkt og skroypilig alt meðan hon heiðrar sín kvinnuliga seksualitet á palli.