Giza/Hoyvík hevur í dag sett Frankie Jensen sum nýggjan venjara fyri besta lið felagsins. Avtalan er galdandi fyri komandi tvey kappingarárini. Síðsta kappingarár var Frankie Jensen venjari hjá 1. deild hjá HB, ið endaði nr. 3 í næst bestu deildini.
Frankie Jensen hevur áður verið venjari hjá næst besta liðnum og unglinga liðnum hjá Havnar Bóltfelag og besta liðnum hjá B71. Meðan hann í Danmark hevur roynt seg hjá ÍF Føroyum, FA2000 og Skjold, samstundis, sum hann eisini hevur roynt seg sum hjálparvenjara hjá EFFO-liðnum hjá HB. Av úrslitum kann nevnast, at Frankie Jensen við unglingum hjá HB í 2011 vann bæði landskappingina og steypakappingina. Nevndin hevur saman við nýggja venjaranum sett sær sum mál, at liðið skal vera við í oddanum av 2. deild í 2014 og vónandi eisini vinna sær uppflyting til 1. deild, ið hevur verið málið hjá felagnum seinastu tvey árini. Hetta samsvarar eisini væl við tíðarætlanina hjá Tórshavnar Kommunu fyri nýggja vøllin hjá felagnum í Hoyvík. Vónandi verður hesin liðugur miðskeiðið í 2014, skrivar Giza/Hoyvík á heimasíðu sínari.
Nýsetti venjarin hevur fyrstu venjingina við hópinum fyrst í desember. Allir áhugaðir leikarar kunnu venda sær til venjaran ella nevnd felagsins.skrivar ffgiza.com
Mynd: ffgiza.com




