Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

FRANKLIN GRAHAM Í REYKJAVÍK

Poul Jóhan Djurhuus

Vikuskiftið 28. og 29. september verður Laugardalshøllin í Reykajvík karmur um evangeliska fundarrøð, har Amerikanski evangelisturin William Franklin Graham kemur at tala. Hann er sonur heimskenda evangelistin Billy Graham, og tað má sigast um sonin, at hann gongur dyggiliga í evangelisku fótasporunum hjá pápanum.

William Franklin Graham eitur sum pápi sín og er um seksti ára gamal.

Leygarkvøldid og sunnukvøldid vitjar sonur Billy Graham íLaugardalshøllini

Vikuskiftið 28. og 29. september verður Laugardalshøllin í Reykajvík karmur um evangeliska fundarrøð, har Amerikanski evangelisturin William Franklin Graham kemur at tala. Hann er sonur heimskenda evangelistin Billy Graham, og tað má sigast um sonin, at hann gongur dyggiliga í evangelisku fótasporunum hjá pápanum.

Seinastu tíðina hevur nógv fyrireiking verið millum kirkju- og fríkirkjufólk í Reykjavík, tí átakið er eitt tvørsamkomuligt átak, har kirkjur og frísamkomur standa saman. Nógv hevur verid bidjid runt um í Íslandi, og eitt kór vid 150 røddum hevur vænt til hesi tvey møtini í Laugardalshøllini.

Tey, sum fara í Laugardalshøllina hetta vikuskifti, koma ikki einans at hoyra Franklin Graham, men koma at hoyra kenda sangaran Michael W. Smith, sum eisini hevur sungid á evangeliskum fundarrødum hjá pápanum, Billy Graham.

Billy Graham eldri, sum í dag er 95 ára gamal, hevur aldri havt fundarrød í Íslandi. Hann hevur sagt, at hann gledist, at sonurin kann vera har og tala til tad Íslensku tjódina.

Fríggjakvøldið var samrøða við Franklin í Ríkisútvarpinum. Kvinnan, sum annars sýntist at vera ein dugnalig blaðkvinna, royndi av øllum alvi, at fáa Amerikanska evangelistin at koma við einum fordømandi úttalilsi um tey samkindu, hóast Franklin aftur og aftur segði, at hansara missión í Íslandi er ikki at førdøma nakran, men at kunngera kærleika Guds til okkum menniskju, tí, sum Franklin segði: “Vit menniskju eru øll syndarar og hava øll brúk fyri náði og fyrigeving Guds!” Blaðkvinnan, uttan at vit av tí, legði upp til ein greiðan evangeliskan boðskap frá Franklin Graham í sjálvum Ríkisútvarpinum.

Ikki allir Íslendarar eru fegnir um hesa vitjan. Tey samkyndu hugsa, at fundarrødin er eitt álop á tey samkyndu, tí hava tey umbidid hópin av atgongumerkjum, sum ikki skulu nýtast, vid tí í hyggju, at forda fólki at koma til fundirnar.

Umleið 20 føroyingar fóru til Reykjavíkar við Atlantsflog fríggjamorgunin, til tess at vera við til møtini. Tey búgva á Sjómansheiminum Ørkini og á øðrum hotelli í býnum. Í dag eru fleiri farin í Bláa Lón at baða í heitu keldunum, sum óivað kemur at gera, at tey eru væl fyri at fara á møti í Laugardalshøllini í kvøld kl. 18.30 at hoyra William Franklin Graham og Michael W Smith.

Møtini eru bæði kvøldini klokkan 18.30 Fólk kunna biðja um atgomgumerkir til tess at tryggja sær góð pláss, men atgongumerkini eru øll ókeypis.

_____________________________________________________________________________________________________________

Pjd Reykjavík leygardagur 27.09.2013 kl.14.00 / File title: Franklin Graham í Reykjavík / File: Tíðindagreinar / Media: Sandportal.fo