Harley
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Franskur leikur í Kommandørhúsunum

Nies Uni Dam

Leikurin Stovugenturnar hjá Jean Genet er eitt tað kendasta verkið hjá hesum ósannlíka skaldi, myndamaður hevur verið og vitja í Kommandørhúsunum, har tey venja leikin.

Franski rithøvundurin Jean Genet var sonur eina skøkju, ið gav hann burt, tá hann var 6 mánaðar gamal. Hansara lív var hart og livdi hann m.a. sum brotsmaður, biddari og skøkja, ein lívsleið, ið førdi til nógvar vitjanir í fongslinum, har hansara listarliga virksemi fekk flog. Hann skrivaði millum annað yrkingar, skaldsøgur og leikrit.

Tað er leikbólkurin Tvazz, ið framførir leikin. Nú bert fáir dagar eru eftir til frumsýningina ganga venjingar væl og síðstu hendur verða lagdar á pallmynd og at tillaga stovuna, so hon kann rúma áskoðarar.

Hesar myndirnar tóku Heinesen Myndir til venjing nú í vikuni.

Harleywoodpaint