Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Frásøgn um Sannu Dahl í Kirkjukjallaranum

Jóhann Lützen

Fríggjadagin 12. januar kl. 15 koma ommudøtur Sannu Dahl, Gunnhild og Sanna, at greiða frá um lívsyrki og lívið hjá røntgenlæknanum Sannu Dahl.

 

Eitt sindur um Sanna Dahl (1915–2011). Hon var ein av fyrstu føroysku kvinnunum, ið tóku læknaútbúgving. Ævisøga hennara er á mangan hátt ein mynd av menningini av føroyska samfelagnum seinastu hundrað árini, tá ið tað snýr seg um mentan, kynsmynstur, útbúgving, samferðslu, sjúkrahúskervi og tøkni.

Hetta stóð skrivað í Norðlýsinum um Sannu: Hon var sett sum hjálparlækni á Klaksvíkar sjúkrahúsi, men skuldi eisini hjálpa læknanum Vagn Stæremose, sum røkti alt læknaarbeiðið í Norðuroyggjum og eystara parti av Eysturoynni. Sanna var tí ofta úti á bygdunum við doktarabátinum Medicus bæði í góðum veðri, men so sanniliga eisini í ringum veðri.

Bók er júst komin út um Sannu Dahl, ið feðgarnir Martin og Flóvin Tór Næs hava skrivað. Hanus á Gørðum prestur hevur andakt og ein góður drekkamuður verður at fáa

Harleywoodpaint