Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Frásøgukvøld í Leikalund.

Oliver Joensen

Komandi leygarkvøld, 15. august kl. 8, verður frásøgukvøld í Leikalund, har svensk frásøgufólk koma at siga frá.

Hetta er eitt tiltak, sum føroyskt vinarfelag í Svøríki skipar fyri, og fyriskipari er Nanna Hermansson, ið er væl kend millum føroyingar.
Tað eru frásøgufólk frá Søgusavninum í Ljungby í Svøríki, ið koma at siga frá, bæði til stutttleika og álvara, søgur og sagnir og sannar søgur frá teirra egna lívi. Frásøgufólkini eru 5 í tali, trý konufólk og tvey mannfólk.
Hetta við at fólk siga frá um ymist frá teirra lívi, og somuleiðis frá sagnum og ævintýrum, kenna vit væl í Føroyum, og hevur tað eisini onkuntíð verið tikið upp í almennum høpi.
Í Svøríki hava tey eitt serstakt savn, Sagomuseet i Ljungby, sum burturav fæst við at savna frásøgur frá fólki um ymist søguligt, og í tí dagliga greiða frásøgufólkini livandi frá søgum og sagnum um hendingar og støð har á leiðini við Ljungby og aðrastaðni í Svøríki. Heimasíðan er: www.sagobygden.se.
Vitjanin er eisini ætla sum byrjanin uppá samarbeiði innan frásøgu millum Svøríki og Føroyar.
Hesi koma nú á vitjan til Føroya í vikuni, og skulu her siga frá í Norðurlandahúsinum, á Sandi, í Nólsoy og her í Klaksvík.
Fyrstu frásagnirnar verða so í Leikalund í Klaksvík nú leygarkvøldið kl. 8, og vóna vit at nógv leita sær til Leikalund fyra at hoyra tað, ið hesir fimm sviarnir hava at siga frá.

Norðoya Fornminnasavn