Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fredag spældi jólini inni í Heygabúðini

John William Joensen

Frá í dag eru heimagjørdar lambarullusteikir og føroyskir oksaháryggir at fáa Heygabúðini, sum rættuliga er í jólahýri.

Sjálvan tunnilsdagin hevði Heygabúðin sett tjald upp uttan fyri handilsdyrnar har jólamaður, jólahugni við kaffi, vaflum og sangi var á skránni.

Allir klaksvíkingar kenna Fredag sum m.a. gerð tær vælsmakkandi rullupylsurnar hjá Heygabúðini.
Hóast hann ikki er nakar ársungi longur so var hann til dystin fús og við hugnaligum mandolintónum fekk hann børn og vaksin at syngja við.

Eisini vitjaði barnakórið úr KFUM&K og løtan var sera væleyndað. Nógv fremmandafólk vitjaðu í tjaldinum.

Jólasølan gongur væl
Magnus Joensen, stjóri í Heygabúðini sigur at tunnildagurin eydnaðist sera væl.

– Jólatiltakið ísamband við tunnilsdagin eydnaðist sera væl og nógv fólk vitjaðu .

– Eg haldi at jólasølan hevur gingið sera væl og vit skullu hvørt fall ikki klaga.

Tað verður nógv keypt í seinastu løtu – men vit skulu heilsað og siga at Heygabúðin hevur nógva vøru hóast jólatrøðini nú eru útseld. Eisini eru karamell eskirnar farnar at ganga undan.

Heygabúðin hevur opið hvørt kvøld til kl. 22 og jólaaftan verður stongt á middegi.
Heygabúðin letur upp frá kl. 14 til kl. 10 3. Jóladag.

——

Frá í dag eru heimagjørdar lambarullusteikir og føroyskir oksaháryggir at fáa Heygabúðini, sum rættuliga er í jólahýri.