Í kvøld hevur Fredrikstad vitjað heimavøllin hjá Mjøndalen, og fóru heimaftur við einum 1-0 sigri. Jóannes Bjartalíð, ið hevur havt trupulleikar við skaða, kom inn tá ið 69 minuttir vóru farnir av dystinum.
Tað gongur væl hjá Mikkjal Thomasen og hinum føroyingunum í Fredrikstad. Liðið hevur spælt 3 dystir, hevur 7 stig og er í løtuni á einum 3 plássi í deildini.
Enn er kappingin ikki meiri enn farin í gongd, men hugaligt er at síggja, at liðið hevur fingið eina góða byrjan.
Í dag vóru teir á vitjan hjá Mjølndalen, ið hevur fingið eina minni góða byrjan upp á kappingarárið. Úrslitið av dystinum gjørdist 1-0 til Fredrikstad, og var tað verjuleikarin Mads Lennart Nielsen, ið skoaði einsamalla málið.
Okkara Jóannes Bjartalíð fekk sínar fyrstu minuttir á vøllinum í dag, og er nú skrásettur fyri sín fysta skrásetta dyst í Fredrikstad blusuni. Hann kom inn eftir 69 minuttir vóru farnir, og avloysti áleyparin, Thomas Drage. Og Jóannes gjørdi skjótt sína ávirkan galdandi. Málið hjá Frederikstad kom aftaná fríspark, ið Jóannes fekk.




