Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Freistin at senda tilnevningar til Endurkeyp Gávuna er týsdagin

Tíðindaskriv

Endurkeyp Gávan er stuðulsgrunnur hjá Nema, ið hevur til endamáls at stuðla náttúru- og umhvørvisátøkum í Føroyum. Grunnurin varð settur á stovn í 2020 og ætlanin er, at ein gáva verður latin á hvørjum ári. Nú verður sóknast eftir tilnevningum til fyrstu gávuna, ið eftir ætlan verður handað í heyst. Upphæddin, ið verður latin hesuferð, er nakað omanfyri 25.000 kr.

Endurkeyp Gávan verður fíggjað av gomlum ella brúktum elektroniskum lutum, ið fólk kunnu lata inn til Nema Endurkeyp at endurnýta ella burturbeina burðardygt. Nema metir um virðið á vøruni, og er luturin verdur minni enn 20 kr, verður øll upphæddin sett í Endurkeyp Gávuna. Er luturin verdur meira enn 20 kr, fær brúkarin eitt gávukort í býti, men hann kann eisini lata peningin til Endurkeyp Gávuna.

Harafturat hevur Nema gjørt av, at allur peningur, ið kemur frá sølu av plastposum til viðskiftafólk, fer óskerdur til Endurkeyp Gávuna.

 

Hvør kann fáa Endurkeyp Gávuna?

Peningagávan verður handað einum ella fleiri tilnevndum einstaklingum, áhugabólkum ella felagsskapum, ið arbeiða við almennum gagnligum átøkum til frama fyri umhvørvið, t.d.:

·      at rudda og verja náttúruna

·      at lýsa náttúruna og undirvísa um náttúruna

·      burðardyggar loysnir, tá ið matur og vørur verða framleidd

·      gransking og umhvørvisátøk

 

Til ber at tilnevna á heimasíðu okkara. Seinasta freist at tilnevna til Endurkeyp Gávuna í heyst er 31. august.

Ein óheft nevnd verður sett, sum fær øll uppskot, tá ið freistin er farin síðst í augustmánaði. Í fyrsta umfari velur Nema nevndina, og hon skal umboða ymisk arbeiðsøki og áhugamál, ið eru viðkomandi fyri umhvørvismál. Nevndin ger síðan sjálv av, hvussu hon skal skipast aftan á fyrstu handanina.

Í nevndini eru í løtuni: Poul Andrias Ziska (kokkur), Súsanna Berg (umhvørvisleiðari), Sjúrður Hammer (lívfrøðingur, ph.d.), Helma Maria Tróndheim (orkuverkfrøðingur, ph.d. lesandi) og eitt umboð frá Nema.

 

Hví endurnýta elektroniskar lutir?

Mett verður, at størsta tilfeingið til t.d. battarívinnuna er á skrivstovum, skuffum heima við hús og í goymslum kring heimin. Við at lata gamlar lutir inn og endurnýta teir, fáa vit eina grønari endurframleiðslu av hesum lutum og tólum, umframt at vit minka um vandan fyri, at hesir lutir enda á skeivum stað.

– Sum ein av Føroya størstu KT- og elektronikkveitarum kenna vit tað sum okkara ábyrgd at virka fyri, at slíkir lutir verða endurnýttir ella burturbeindir á rættan hátt, sigur Gudny Langgaard, stjóri. Harafturat vilja vit stuðla átøkum til frama fyri umhvørvið og náttúru.