Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Freistin longd ein dag

(Erik Biskopstø)

Áhugin fyri Summar Festivalinum er sera stórur. Hóskvøldið vóru atgongumerki útseld á fleiri sølustøðum kring landið, og tí hevur Summar Festivalurin gjørt av at útseta príshækkingina í ein dag

Á fleiri Magn-støðum vóru atgongumerki til Summar Festivalin útseld hóskvøldið. Nógv fólk fingu tí ikki fatur á atgongumerkjum, áðrenn prísurin eftir ætlan skuldi hækka fríggjadagin.

Tí hevur Summar Festivalurin gjørt av at útseta príshækkingina á atgongumerkjum í ein dag. Tí kunnu fólk eisini fríggjadagin keypa atgongumerki fyri tann bíligara prísin, og leygardagin hækkar prísurin so við hundrað krónum.

Atgongumerki til Summar Festivalin kunnu keypast á Magn-støðum, í Telebúðum og á Teleshop.fo. Vikuskiftispassið kostar 950 krónur. Leygardagin hækkar prísurin við hundrað krónum.