Tað nærkast til fyrsta FM róðurin og um eina viku verður Norðoyastevna. Tað merkist í Klaksvík, tí seinastu tíðina hava vit sæð fleiri fremmandar bátar í Klaksvík. Hesir bátarnir royna umstøðurnar í Klaksvík og venja seg við teinin, sum verður komandi leygardag.
Í gjár sóu vit 10-mannafarið Ormin Langa í Klaksvík sum myndin vísir. Fyri partar av hesar manning er tað tó ikki ókent at rógva í Klaksvík. Tí fýra av teimum – Svein Rógvi Nielsen Ljósstein, Jón Syderbø, Hjálmar Hátún og Janus Dam-Jacobsen – hava róð í fleiri ár við Klaksvíkingi. Komandi leygardag skulu teir royna seg móti nýggju ungu manningini á Klaksvíkingi eins og Drekanum Reyða og Havnarbátinum.
Mikudagin er longri samrøða við bátsformannin á Klaksvíkingi, Benjamin Isaksen, í Norðlýsinum, sum kemur í hvørt hús í Norðoyggjum.