Harleywoodpaint
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fremur náttúruoyðing við at bróta rættarreglur

Jóhann Mortensen

Um oyðingina á Sundi og í Sundsá 7

Umoyðingina á Sundi og í Sundsá 7

 

Preludium:

Sólin skínur á Sund í morgun. Fjørðurinblikar. Fjøran sæst sum ein grábrún rond ímillum tað døkkgrøna gerðið og tannblágráa sjógvin. Ein vøkur sjón hiðani úr Soylugørðum. Seinri í dag fer hendastørsta malargrótsfjøran á hesum leiðum undir blágrýti. Vit eru á gáttuni tilstørstu náttúruoyðingina í Suðurstreymi í hesi øldini. Sundsá er lítil ímorgun. Men hon hoyrist. Tann støðugt larmandi aksturin hevur ikki tikið segupp enn. Klokkan er bara seks.

Sorgarleikur:

Náttúruoyðingin kann av álvara fremjast íverki í dag. Ein orsøk er, at býráðið í Havn hevur ikki hildiðsamanleggingarsáttmála millum Tórshavnar kommunu og Kaldbaks kommunu frá 1974.Kommunan hevur heldur ikki hildið landsstýriskunngerðina um henda sáttmála frá1976. Og hesa framferð letur kommunala eftirlitið fara aftur við borðinum.Rættarsamfelag? Eg spyrji.

Í sáttmála stendur: “Kaldbaksnevndin vegleiðir,umrøður og ger tilmæli til býráðið í málum, ið hava við spurningar í Kaldbak atgera”

Men í feska náttúruoyðingarmálinum á Sundifekk kaldbaksnevndin ikki høvi at umrøða uppskotið at broyta byggisamtyktinafyri Sund. Tað er henda byggisamtyktin, sum heimilar náttúruoyðingini. Kommunanlegði ikki málið fyri nevndina, og nevndin fekk ikki fundarboð fyrrenn tann 19.januar í ár. Tað var dagin fyri, at freistin í hoyringstíðarskeiðinum varfarin.

Um kaldbaknevndin hevði fingið uppskotið at broytabyggisamtyktina at “umrøða”, áðrenn býráðið viðgjørdi málið í november í fjør,hevði nevndin gjørt eitt “tilmæli”, sum ikki tók undir við uppskotinum um atbroyta byggisamtyktina. Tað kann hugsast, at tá býráðið endaliga skuldi viðgeramálið tann 30 november, vigaði “tilmælið” hjá nevndini so mikið tungt, atbýráðið kanska hevði umugsað at broytt byggisamtyktina. Og tikið uppsamráðingar við kaldbaksfólk.

Men hvørki kaldbaksnevnd ella fólkið í Kaldbakvistu nakað um hesa duldu ætlan, fyrrenn hon verður løgd fram alment, og komiðer til hoyringartíðarskeiðið. Alt hetta frættu vit – íð búgva við henda fránáttúruni vakra Kaldbaksfjørð – sum slatur. Sum leysasøgur. Og tað hendir íeinum rættarsamfelagi. Í eini kunningartíð, tey nevna. Í einum samfelag, sumskal hava gjøgnumskygni. Í einum framkomnari kommunu!!!

Býráðið kundi bøtt skaðan, tá nærum øllkaldbaks bygd skrivaði undir hoyringsskrivið, sum mótmælti byggisamtyktini.Býráðið kundi sýnt ein fólkaræðiligan hugburð. Nærum hvørt mansbarn í bygdinisegði kortanei til at oyðileggja 500 metrar av fjøru á Sundi. Vit søgdukortanei til eitt vinnuøki. Vit vildu varðveita náttúruna. Vit tóku ikki undirvið tí sera ússaligu grundgevingini hjá yvirfriðingarnevndini um, at “náttúraná Sundi er longu farin”.

Men býráðið helt fram við síni duldarfulluherferð ímóti 170 kaldbaksfólkum. Tann 2. mars samtykti ein meiriluti íbýráðnum at broyta byggisamtyktina fyri alt økið á Sundi. Líka frá núverandiskemmandi, dálkandi og ótrivaliga vinnuøki eystur til eystasta enda á gomlugerðunum. Tað merkir, at býráðið skjúgvaði ynskini hjá kaldbaksfólki til viks. Einminniluti atkvøddi blankt.

Taka vit saman um, so fylgdi Tórshavnarkommuna hvørki samanleggingarsáttmálanum ella landsstýriskunngerðini um hendasáttmála. Hóast hetta brot, staðfesti aðalráðið, sum varðar av hesum máli –Heilsu- og Innlendismálið – býráðsavgerðina, dagsett 2. mars, tann 23.mars.  Tað merkir, at Heilsu- ogInnlendismálaráðið legði sektin á brotið hjá kommununi og mótmælið hjákaldbaksfólkið.

Nú varð gøtan ruddað fyri náttúruoyðingini áSundi. Nú kundi byrokratiið og teknokratiið í kommununi skála við lógvabrestum.Byrokratiið hevði lopið upp um samanleggingaravtalu og kunngerð umkaldbaksnevnd. Harafturat var tað eydnast at vinda kvinnu-junta´ina um lítlafingur. At enda var tað eydnast byrokratinum í høvuðsstaðnum at fáa Heilsu- ogInnlendismálaráðið at staðfesta náttúruoyðingina. Og ikki at taka brot áavtalu, kunngerð og mótmælið hjá kaldbaksfólki í  álvara. Tað átti at verið ein sjálvfylgja íeinum rættarsamfelag. Men rættarviðurskifti eru eisini dumpað í hesumsorgarleiki.

Nú kundi so avtalan um náttúruoyðingina fáastundir land. Dagin eftir tjóðardagin – flaggdagin – settu so borgarstjórin,saman við fyrisitingarstjóranum og havnameistaranum – høvuðstalsmanninum fyriat oyða náttúru og fyri einum vinnuøki, sum kommunan ikki veit, hvat skalbrúkast til – nøvnini undir sáttmálan at taka ímóti blágrýtinum úr tunnlinum.Hetta var sama dag, sum forkvinnan í náttúru- og umhvørvisnevndini um morguninhevði boðað frá, at Sund og Sundsá skuldi eirast og at grótið skuldi fyllast ígamlar náttúrusyndir. Men hennara ætlan varð skjúgva til viks í góðumfólkaræðiligum anda.

Postludium:

Ígjárkvøldið græt Sundsá. Kjafturin á gulugravimaskinuni rakk oman í malargrótsfjøruna á Sundi. Ta størstu í Suðurstreymi.Í dag fara lastbilar at grýta grót yvir malargrótið. Grót, sum onnur friðhalga.Grýta blágrýti út á sandbotnin. Sandbotn, sum onnur lond friðað. Nú verðurnáttúruoyðingin framd í verki. 500 metrar av fjøru skulu undir blágrýti. Nú verðuroyðsla við sjóvarstrond. Sjóvarstrond, sum ein kend kvinna ikki hevði ráð atoyðsla við fyri hálvum triða ári síðani. Men vald skúgvar hugsjónir, fólkaræðiog rættindi hjá eini bygd til viks. Tit hava reist tykkum ein skammiliganminnisvaraða. Men eg havi brotið lunnindarættin hjá bóndunum við fjørðin. Egtók malargrót – tríggjar steinar – ta vøkru kvøldarstundina í gjárkvøldi. Eintil forkvinnuna í náttúru- og umhvørvisnevndini. Sum minni um náttúruoyðingina.Ein til forkvinnuna í byggi- og býarskipanarnevndini. Sum minni umnáttúruoyðingina. Og ein til mín sjálvs. Sum minni um eitt stríð fyri at verjaein part av okkara náttúru og ímóti yvirvøldini í Tórshavnar kommumu. Vónandiikki til  fánýtis.

Grátmítt elskaða land!

Í NiðaruSoylugørðum í Kaldbak skemdardagin 7. juni 2017

JóhannMortensen

Harleyfacadeacryl