Nú er fyrsta lagið frá minniligu konsertini hjá Dynamit á Summarfestivalinum í ár at síggja á Youtube.
Onkur ummælari kallaði Dynamit kongar í Klaksvík eftir Summarfestivalin 2009. Mong elska Dynamit, ímeðan onnur elska at hata teir – eitt nú ummælarar á Dimmu.
Men tað kemst ikki uttan um, at tað er fest og ballada, tá ið Niclas Heri, Emil, Shaky og hinir í Dynamit trýna á pallin. Sangirnir eru fangandi og lættir at syngja við til – oftast við einum skálkabosi.
Her so fyrsta lagið frá Dynamit á SF ’09. Týst her




