Fiskidaganevndin heldur fast við tilmælið um at steðga alla veiðu á firðum og sundum
Brot úr tilmælinum frá Fiskidaganevndini:
Steðgur av allari veiðu á firðum og sundum.
Vit mæla til, at øll veiða á firðum og sundum verður steðgað í eitt ár. Vit mæla til, at eingin veiða verður loyvd innan fyri ein fjórðing úr landi. T.e. at øll veiða innan fyri 1 fjórðing, vinnulig og í frítíð, hvílir í eitt ár.
Grundað á tilmæltu flytingina verður mælt til, at øll veiðuøki verða endurskoðað.




