Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Friðarligt vikuskiftið

John William Joensen

Sýslumaðurin sigur at vikuskiftið var stak friðarligt.


– Vit vóru væl mannaðir á støðini við hjálp úr eysturoynni, men í tí stóra gekk alt friðarliga fyri seg.
– Onkur bleiv tikin fyri at koyra við kenning og ein svav rúsin av sær á politistøðini.
– Vit vóru eisini boðsendir til bardaga uttan fyri KÍ høllina, men tað spældi eisini væl av.
– Onkur endaði á skaðastovuni og ein var meldaður fyri vold, fyri at hava givið øðrum mannið nevan.
– Eingin av tilburðunum vóru álvarsligir so samanumtikið var vikuskiftið friðarligt.

Sýslumaðurin, Hans Djurhuus, heldur at tað eru ikki so nógv full fólk at síggja longur á stevnum og tað at bara ein endaði í brummuni, gevur eina ábending um at fólk duga sær betur hógv enn tey gjørdu á stevnum fyrr í tíðini.