Stórspæl frá málverjanum gjørdi, at 1.deild hjá KÍ framvegis hevur fult stigatal á heimavølli.
Stórspæl frá málverjanum gjørdi, at 1.deild hjá KÍ framvegis hevur fult stigatal á heimavølli.
1.deild hjá KÍ hevur framvegis fult stigatal á heimavølli, nú fyrsti triðingur av kappingini er farin aftur um bak. Í dag vann KÍ 1-0 á Víkingi í Klaksvík. Einasta málið skeyt Eivin Sørensen við góðum langskoti eftir gott KÍ uppspæl. Málið kom longu í 10. minutti. KÍ hevði leikliga yvirvág í fyrra hálvleiki, men Víkingur hevði kanska størsta møguleikan, men KÍ málverjin Fríði Sigurðsson bjargaði væl.
Í seinna hálvleiki setti Víkingur seg tungt á dystin og tað var ikki til at síggja, at Víkingur liggur næstaftast við 5 stigum. Tó hevði útiliðið trupult við at skapa nógvar stórar møguleikar burturúr yvirvágini og tá innleggini komu, so tók stórspælandi KÍ málverjin sær sum oftast av tí. Í yvirtíðini fekk Víkingur so sín heilt stóra møguleika, men Fríði hevði eina framúr bjarging og bjargaði KÍ, sum sostatt kom uppá 12 stig fyri 9 umfør, har liðið hevur spælt 4 heimadystir og 5 útidystir. Tað gevur eitt 7. pláss í kappingini.
KÍ skal veruliga standa sína roynd komandi umførini, tá mótstøðuliðini eru tey trý ovastu liðini, sum stríðast um uppflyting: Skála, 07Vestur og B68!




