Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Friðingin av Føroya Banka onga ávirkan á tosk og hýsu

John William Joensen

Í november 2013 svarar Jacob Vestergaard einum fyrispurningi frá Kára P. Højgaard har hann staðfestir at síðan fiskiárið 2007/2008 hevur eingin ella sera avmarkaður vinnuligur fiskiskapur verið á Føroya Banka. Nú sjey ár eru liðin staðfestir Havstovan at nýggjastu royndirnar hjá Magnus Heinasynið geva ongar ábendingar um at tað er meira til av toski og hýsu á Føroya Banka.

Í november 2013 svarar Jacob Vestergaard einum fyrispurningi frá Kára P. Højgaard har hann staðfestir at síðan fiskiárið 2007/2008 hevur eingin ella sera avmarkaður vinnuligur fiskiskapur verið á Føroya Banka. Nú sjey ár eru liðin staðfestir Havstovan at nýggjastu royndirnar hjá Magnus Heinasynið geva ongar ábendingar um at tað er meira til av toski og hýsu á Føroya Banka.

Seinastu árini hava ymiskar skipanir verið fyri fiskiskapin eftir botnfiski á Føroya Banka. Til og við fiskiárið 2007/2008 var vinnulig veiða loyvd meginpartin av árinum. Línuskip í bólki 3, útróðrarbátar í bólki 4 (húkur) og smáu bátarnir í bólki 5 fingu loyvi at royna á Føroya Banka. Hvørt fiskifari í bólki 3, 4A og 4B fekk frá byrjan tillutað 30 fiskidagar í part, sum egnar fiskidagar. Bátar í bólki 5 fingu 15 dagar í part. Í fiskiárinum 2008/2009 vóru fiskiloyvi ikki skrivað føroyskum skipum og bátum til veiðu á Føroya Banka. Tá fiskiárið byrjaði, gjørdi landsstýrismaðurin av ikki at áseta fiskidagaskipan fyri Bankan. Seinni – í februar 2009 – var lýst kunngerð um tíðaravmarkað veiðibann fyri allar veiðihættir á Føroya Banka, sum var galdandi til 1. september 2009.

Í 2010, 2011, 2012 og 2013 loyvdi landstýrismaðurin útróðrarbátum í lki 5, útróðrarbátar undir 15 tons, at royna á Føroya Banka í ávikavist 100, 80, 70 og 70 dagar tilsamans. Kunngein hevur á hvørjum ári vanliga verið lýst í mai/juni, og hevur verið galdandi til 1. september. Her skal vera skoytt uppí, at samrt kunngeini um gýtingarfriðingar er Føroya Banki stongdur fyri øllum veiðittum f1. mars til 1. mai. Hendan gýtingarfriðingin hevur verið í kunngerðini síðani 2005.

Sostatt hevur Føroya Banki í nýggjari tíð verið stongdur fyri allari vinnuligari veiðu f1. september 2008 til 31. august 2009. Og eftir tað á hvørjum ári f1. januar og til mai/juni, og f1. september til 31. desember.

Ter torført at siga, um friðingarnar á Føroya Banka hava havt sjónliga positiva ávirkan á fiskastovnarnar. Í 2010 vóru 18 fiskiloyvi útskrivað, í 2013 7, segði Jacob Vestergaard landsstýrismaður í fiskivinnumálum í svari til løgtingsmannin í november 2013.

Í dag kom tíðindaskriv frá Havstovuni har staðfest varð at enn er toskur og hýsan ikki komin fyri seg hóast bankin hevur verið friðaður og sera lítil veiða hevur verið hesi seinastu 7 – 8 árini.