Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fríðkað um við Mylnutún

Oliver Joensen

Armgarð Absalonsen, ið hevur arbeitt hjá býargartnaranum í summar, hevur myndaprýtt spæliplássið við Mylnutún, og tað er hon komin væl frá.

Hans Hjalti Skaale, býargartnari sigur, at hann er stak væl nøgdur við arbeiðið sum gjørt er við Mylnutún. Armgarð, ið júst er liðug við studentsútbúgving sína, hevur í nógv ár fingist við myndlist og millum annað, hevur hon gingið í listaskúla hjá Archibald Black um kvøldarnar.
Motivini hon hevur málað, eru fuglar, nógv ymisk sløg av fulgum, og tað er hon komin stak væl frá.
Hans Hjalti Skaale sigur, at her átti at verið eitt gott høvi hjá dagrøktarmammum og pedagogum at lagt leiðina framvið saman við børnunum, og kanska kunna tey eitt sindur um fuglar og søguna um fuglarnar.
Annars verður spæliplássið við Mylnutún sera nógv vitjað, eisini av dagrøktarmammum og pedagongum, tí her er gott umhvørvi hjá børnunum at spæla. Eisini hevur KÍ brúkt spæliplássið til børn undir skúlaaldur til fótbóltsvenjingar.