Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fríðkan av økinum í og kring Gamla Kirkjugarð

John William Joensen

Á norðoyastevnu er ætlanin, at fyrsti parturin av økinum við kirkugarðin í Vágstúni er liðugt

Eftir drúgva viðgerð og samráð við avvarðandi myndugleikar, samtykti býráðið eina verkætlan um broyting og fríðkan av økinum í og kring Gamla Kirkjugarð, sum liggur í Vágstúni og við rundkoyringina í miðbýnum.
Tað eru Fuglø Arkitektar, sum í samráð við Teknisku Umsiting og Teknisku Nevnd hava gjørt uppskotið, ið er lutað sundur í 3 byggistig: (1) Økið niðan fyri kirkjugarðin, (2) Økið oman fyri kirkjugarðin og (3) Økið inni í kirkjugarðinum, sum samanlagt eru mett at kostað hálva fjórðu mill. krónur uttan mvg.´

Handilskvinna gleðist um verkætlanina
Herfríð hjá Kál, sum hevur handil beint við kirkjugarðin í Vágstúni er sera fegin um at kommunalu myndugleikarnir nú færa í holt við at fríðka um í Vágstúni.
– Eingin er so glað sum eg at frætta at nú verður hasin ljóti garðurin burtur. Hann er eitt misprýði fyri býin og eg haldið at ætlaninar hjá kommuni síggja spennandi út men eg eri tó ósamd um okkurt.
– Eitt nú økið beint við handilin hjá okkum. Síðani kommuna stongdi vegin sum gongur framvið handlinum hjá okkum hava vit mist sera nógv viðskiftafólk.
– Eg havi tosað hetta við umsitingina hjá býráðnum, men teir halda at vandi er fyri rally-koyring runt Vágstún um vegurin framman fyri handilin ikki verður stongdur.
– Hetta eri eg als ikki samd í.
– Tað sum eg meini við er at er, at ferðslan skal sleppa oman við handlinum og so niðan gjøgnum Bøgøtu.
– Veðrið hjá okkum er nú einaferð soleiðis at tað er sera sjálvdan at tað er veður at vera til gongu. Fólkið brúkar bil tá tað fer í býin og tí er tað eingin sum sær sýnisgluggarnar  hjá okkum longur.
Herfríð fegnaðis um ætlanirnar at gera nakað við økið kring kirkjugarðin men sum omanfyri nevnt so harmaðist hon sera nógv at umsitingin ikki vil lurta eftir sær, tí handilin er jú ein partur av umhvørvinum í Vágstúni.
Fyrsti partur av verkætlanin sum er parkeringsøkið niðanfyri kirkjugarðin skal eftir ætlan verða liðugt á Norðoyastevnu. Seinri í summar verður so hildi ð fram men væntandi verður øll ætlanin ikki framd í ár.