segði Karin Kjølbro millum annað í røðu sínari tá standmynd varð avdúkað í Víkunum, í sambandi við 100 ára dagin hjá Fridtjof Joensen. Vit prenta røðuna.
Røða hjá Karin Kjølbro – Avdúkan av minnisvarða 3. sept. í Klaksvík Myndahøggarin Fridtjof Joensen 100
Tað var ein heimsborgari, sum vit børn knappiliga hittu heima hjá okkum á Biskupstøð í 1950. Víst var hann av Kalsoynni eins og arbeiðskona okkara, men hann kom úr stóru verð. Fyrst lærlingur hjá Tuxham í Keypmannahavn undir krígnum og síðani maskinmeistari haðani. Í 1945 fór hann út at sigla við Mærsk. Afturkomin til Klaksvíkar gerst hann unnusti við arbeiðskonu okkara Karina Eliasen av Húsum.
Tey giftust í 1952, tá hevði hon verið hjá okkum í 7 ár, og var verandi partur av okkara familju.
Og tað var ein tilkomin og hugagóður næmingur, ið byrjaði 17 ár seinni á heysti 1967 á Akademinum for de skønne kunster í Keypmannahavn. Hjá honum var tað ein dreymur, sum umsíðir gjørdist veruleiki.
Fridtjof Joensen var tá 47 ára gamal og hevði fylt 100 í dag hin 3. september, um hann var á lívi.
Hann gjørdi beinanvegin vart við seg á listaskúlanum, møtti so tíðliga hann slapp inn á morgni og arbeiddi alsamt, tá hini vóru farin heim. Tá í tíðini var ongin veruligur lestrarstuðningur, so tíðin mátti brúkast til fulnar. Tað vardi ikki leingi, so hevði hann eisini lykil til Akademiið. Álítandi og høviskur og haraftrat óvanliga lítillátin. Hesar eginleikar varðveitti hann til sín doyggjandi dag.
Sum so mong av drúgvu listafólkum, smiðum og handverkarum okkara er Fridtjof føddur og uppvaksin í Mikladali.
Vísti tíðliga gávur til at tekna og tað førdi við sær, at vit øll systkini ofta vóru teknað sum børn. Soleiðis var hann. Teir hann var til skips saman við vóru teknaðir, og tá hann arbeiddi á Blikksmiðjuni í Klaksvík, so vóru arbeiðsfólkini har teknað. Aloftast sat hann og teknaði fólk í fríløtum, uttan at nakar var varugur við tað. Teknaði á tað pappír, ið var til handa at taka. Liðugur gav hann tí avmyndaða úrslitið. Tað var ein orsøk aftrat til at dáma hann. Og tessvegna finst í mongum heimum í Norðoyggjum ein tekning, sum Fridtjof hevur gjørt.
Listaskúla
Mamma tosaði nógv um, at slíkar gávur áttu at sleppa á listaskúla. Sum børn hugsaðu vit, at har tørvaði ongin skúli. Maðurin dugdi alt. Eitthvørt tilfar, hann fekk í hondina, kundi hann ganda nakað burturúr. M.a. var ein stór klóta rikin á land hjá Poul á Bakka á Húsum. Úr henni eru mong fólk gjørd ódeyðilig. Víst kendi eg fólk, íð kundu gera mangt við hondunum, men ongan sum Fridtjof.
Árini í Keypmannahavn vóru ein góð tíð. Hann hevði ein smittandi eldhuga og tað kendist sum ein framíhjárætur at sleppa at fylgja við honum.
Vit búðu í nánd av listaskúlanum og hugaligt var at hittast til ein føroyskan bita av og á.
Beinanvegin komu umbønir úr Føroyum til minnisvarðar, og hann tosaði um tankar sínar og vísti okkum uppskot. Sjálvandi vóru næmingauppgávur á Charlottenborg tað týðningarmesta í fyrstani, men hann hugsaði og arbeiddi støðugt við, hvat minnisvarðar og annað skuldu mynda. Tá eg fekk fyrsta barnið í 1968, var hon umbiðin til modell, áðrenn hon var fødd.
3 vikur gomul spákaði eg við henni í barnavogni inn á Kongens Nytorv hvønn morgun í tvær vikur. Sólin skein oman og niðan, og vit sótu uttanfyri í atriumsgarðinum, meðan Fridtjof arbeiddi í leiri. Minnist so týðiliga, – tá professarin Mogens Bøggild, sum gekk ímillum 10 arbeiðandi næmingar, – kom framvið og segði, “nú steðga tygum, hatta er frálíkt, og sum tað skal vera.” Sama summarið var Brynhild seld á
Ólavsøkuframsýningini í Havn, og stendur nú í Listasavninum á Sandi.
Djór í rørslu
Stuttligt var eisini at fylgja við, hvussu áhugaður hann gekk úti í djóragarðinum í Keypmannahavn og teknaði djórini, sum ongatíð vóru still. Hetta var partur av lestrinum at finna sálina á myndevnum, ið ongatíð vóru í friði.
Staddur á Akademiinum gjørdi Fridtjof eisini lestrarferð til París. Har var tað serliga verkini hjá myndahøggaranum heimskenda Auguste Rodin (1840-1917), ið serliga bergtóku hann. Hann er m.a. kendur fyri standmyndina av djúphugsaranum.
Meðan hann var á Listaskúlanum arbeiddi hann støðugt við øðrum arbeiðum fyri at fíggja útbúgvingina. Hann hevði konu og barn heima. Bæði á Listaskúlanum og við framsýningum í Føroyum um summarið seldi hann alt, hann hevði gjørt um veturin.
Tað gleddi okkum, tá vit vitjaðu á Listaskúlanum, at hoyra frá hinum næmingunum, sum vóru hugtikin og púra málleys yvir, at Fridtjof seldi alt, ofta áðrenn tað var liðugt. Flestu teirra søgdu, at tey vóru glað, um tey seldu eitt verk um árið.
Fyrru helvt av tíðini búði Fridtjof í Keypmannahavn. Seinni, tá kona og dóttir eisini vóru í Danmark, búði tey 20 km frá Listaskúlanum. Hann fekk sær prutl og var kortini fyrstur um morgnarnar til arbeiðis. Arbeiðslagið var hitt sama.
Minnisvarðar og mangt, mangt annað
Seinni hevði hann framsýningar ymsa staðni bæði í Føroyum, Danmark, Norðurlondum og Skotlandi. Í Klaksvík og í Havn eisini serframsýningar.
Harumframt helt hann fram við at gera minnisvarðar yvir sjólatnar nærum til sín doyggjandi dag. Boðskapurin í hesum standmyndunum er sorgin og vónin. Loyvi mær at vísa til umrøðu av ymisku minnisvarðum í Dimmu í morgin.
Klaksvíkar Skúli hevur síðani 1976 havt frálíka framskorna mynd, kallað børn og bátur á einum útveggi. Eisini gjørdi hann nógv umbiðin verk, ið myndaðu navnframar menn, eins og hann sjálvur valdi ymisk myndevni, eisini av kvinnum ofta við børnum. Ein træskurður er móðir og børn frá 1969. Eisini Ein træskurður er á listasavninum av móðir og barni (1987). Óbiðin gjørdi hann framskorna mynd av Andreu Árting úr klótuni tíðliga í tíðini, áðrenn hann fór á listaskúla. Tosaði hann um hana, sást tú, at hann hevði stóra virðing fyri henni. Hana seldi hann ikki.
Arbeiðandi fólk hevði hann tokka til, og tað sæst á framskornu træmyndini av fletting eins og relieffinum av monnum í lugarinum. Millum øll hesi verk er eisini ein altartalva, ið lýsir heilagu kvøldmáltíðina (Glyvra Kirkja). Eitt myndevni var hann ongatíð troyttur av at arbeiða við, og tað var at tekna arbeiðandi hendurnar hjá konu síni Karini. Ongin hevði so vakrar hendur sum hon, serliga, meðan hon bant. Eitt annað nógv brúkt modell var systkinabarnið myndlistakvinnan Poulina Joensen í Klaksvík bæði til minnisvarðar og til træskurðir.
Somuleiðis er tað onkabarnið – dóttirin Bernadina, ið aloftast er modell sum gentubarn til minnisvarðarnar og skyldrongur hennara Jákup, ið er drongjabarnið. Umframt allar bringumyndirnar av navnframum monnum, so gjørdi hann tvær umbiðnar framskornar mosaikmyndir í ymiskum træsløgum av tveimum søguligum monnum. Onnur – Villi Magnussen, tuberklalæknin, ið hongur í gongini á aðru hædd á landssjúkrahúsinum og hin av P.M.Dam, fv. løgmanni ið hongur í skúlanum í Froðba.
Tær 4 genturnar, sum dansa hond í hond á Káta Horninum í Havn, hevur Fridtjof gjørt úr alminium. Ætlanin var, at hetta skuldi verða eitt gosvatn, og at genturnar skuldu flyta seg. Tað gjørdu tær eisini í byrjanini, Men tað vísti seg ikki at rigga, tí plássið var ov lítið, og fólk gjørdist vát, ið gingu framvið. Tessvegna er onki vatn longur og genturnar standa stillar. Eisini heimi í Vági er ein standmynd í jarni. Hon er meira abstrakt, soleiðis sum hann eisini arbeiddi seinastu tíðina.
Her er eisini vert at nevna, at Fridtjof ognaði Klaksvíkar kommunu nøkur av tøku forarbeiðinum til minnisvarðar, áðrenn hann doyði. Hann var góður við Klaksvíkar bý og klaksvíksingar. Tí er tað so sjálvsagt, at býurin heiðrar Fridtjof á 100 áradegnum og reisir ein minnisvarða . Og tøkk fái tit fyri tað.
Øll kendu Fridtjof, tí var hann biðin til so mangt í eini tíð, har vit ikki høvdu lýsingar- og miðlafólk. Eitt nú hevur hann gjørt veðrin, ið er búmerki hjá Einari Waag bryggjarínum og sjálvandi hevur Fridtjof eisini gjørt frímerki til Postverk Føroya.
Frægi koloristur okkara Olivur við Neyst gekk tveir vetrar at tekna hjá Fridtjof. Kanska var tað viðvirkandi til, at hann bert 21 ára gamal slapp inn á Listaskúlan í Keypmannahavn.
Mong kenna eisini stóru bókina BÁTAR OG FÒLK 1975, ið við hópin av tekningum sera væl lýsir søguna hjá føroyska bátinum. Og har eru eisini tekningar av Oyrajens, LambaKristiani og Annu Gretu úti í Oyri. Forlagið Gyldendal gav út og Estra í Gøtu prentaði.
Tá alt hetta er sagt, so má nevnast, at Fridtjof livdi bert 18 ár eftir, at hann var liðugur á listaskúlanum í Keypmannahavn.
Hetta vóru einastu ár hansara sum professionellur listamaður. Fáur man hava lagt so nógv eftir seg eftir so stuttari tíð. Her er langt frá alt nevnt, sum hann hevur gjørt, og als onki um allar ætlaninar hann hevði.
Bert 67 ára gamal andaðist hann í 1988.
Bíðaði ikki eftir íblástri
Fridtjof arbeiddi altíð og droymdi ikki um at sita og bíða eftir íblástri. Í París hevði hann eisini granskað RODINSa Testamenti, sum myndahøggarin og professarin Auguste Rodin hevði skrivað til næmingar sínar um hetta at vera listafólk og m.a. at bíða eftir íblástri. Týðuligt var, at hann hámetti Rodin, sum m.a. í testamentinum skrivar:
“Havið tol! Bíði ikki eftir íblástri. Hann finst ikki. Einastu eginleikar listafólksins eru gløgskygni, eftiransni, reinlyndi og vilji. Gerið tykkara arbeiði sum reiðiligir arbeiðarar.”
Sum vit minnast og kendu Fridtjof, so virkaði hann eftir hesum hugsjónum, longu áðrenn hann nakrantíð fór á listaskúlan. Hann arbeiddi alla tíðina og hevði støðugt pappír og blýant hjá sær á sama hátt sum yrkistónleikarar, ið noyðast at venja alla tíðina. Honum dámdi tað, og tað var hansara lív. Og honum kunnu vit øll vera errin av. Og gloymið ikki, at samana við Janusi Kamban legði hann lunnar undir myndahøggaralistina í Føroyum. Tillukku við Fridtjoffi og tillukku við vælvaldu standmyndini.


