Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Frigg aftur í 2015

Ragnhild Ellingsgaard

Frigg Festivalurin verður tann 16. mei í Enghaveparkini á Vesterbro.

Frigg Festivalurin verður tann 16. mei í Enghaveparkini á Vesterbro. 

Tað staðfesta fyrireikararnir á heimasíðuni www.friggfestival.com. Hetta er aðru ferð, at norðurlenski festivalurin við bólkum frá Íslandi, Grønlandi og Føroyum verður hildin. Á heimasíðuni stendur eisini, at Frigg er til øll tey, sum hava áhuga fyri norðurlenskum tónleiki, norðurlenskari mentan og norðurlenskari list. Hesuferð verður festivalurin hildin í 10 tímar í vøkru Enghaveparkini á Vesterbro. Hetta er ein broyting frá í fjør, tá festivalurin var í tveir dagar í Kongens Have. 

Við heimasíðuna www.mittfo.fo sigur Annika Steintórsdóttir Biskopstø, av ein fyrireikarunum, at ein av orsøkunum til broytingina er,  at fyrireikararnir vilja savna seina stórri áhoyrarafjøld av føroyingum og útnorðifólki, so at Frigg verður eitt rimmar menanar- og marknaðarátak. 

– Parkin er innbjóðandi og ynskja vit ikki, at kostnaðurin skal halda fólki aftur, greiðir Annika frá og leggur afturat, at kostnaðurin einans verður 50 krónur fyri allan festivalin. 

Á skránni tann 16. mei verða tónar at hoyra frá kendum bólkum, eins væl og pláss eisini verður fyri sonevndum upcoming bólkum og einstaklingum. Harumframt kanst tú uppliva slóðbrótandi sniðgeving, leskiligan mat og stóra list frá teim luttakandi londunum. 

Tú kanst lesa mera um Frigg á heimasíðuni www.friggfestival.com.