Fleiri kendir og væl umtóktir bólkar úr Føroyum, Danmark, Íslandi og Grønlandi vera við, tá ið nýggi Frigg festivalurin fer av bakkastokki 9. og 10 mai í 2014.
Fleiri kendir og væl umtóktir bólkar úr Føroyum, Danmark, Íslandi og Grønlandi vera við, tá ið nýggi Frigg festivalurin fer av bakkastokki 9. og 10 mai í 2014.
Seinasta árið hava fólk vitað um Frigg Festivalin, men fínt skal tað vera, nú føroysku fyriskiparnir kunngera, at Frigg bjóðar til stóra tónleika- og fólkaveitslu í Kongens Have í hjartanum av Keypmannahavn 9. og 10. mai 2014.
Í dag boðar festivalurin frá, at danska songkvinnan Fallulah, føroyska sangdrotningin Eivør, teir fríu og freku Páll Finnur Páll, elektropop duoin Byrta, fólkakæru Hjálmar úr Íslandi og grønlendsku rokkarnir Nanook vera við í fyrsta festivalinum av sínum slag. Íalt fara omanfyri tjúgu spennandi og aktuellir tónleikabólkar at framføra á Frigg komandi vár, sum eisini er ætlaður at verða ein serstakur føroyskur mentanarpallur og vørugluggi út í heim.
Upprunaliga hugskotið er, Norðuratlantsbryggjan skal verða karmur um Frigg Festivalin, men av tí at arbeiðið at gera ætlaðu brúnna millum Amager og Nyhavn er komið í drag, er eitt tað vakrasta og mest serstaka plássið í Keypmannahavn funnið ístaðin. Og ikki nokk við tí. Frigg festivalurin sleppur at tóna í býarinnar víðaveingi í prýðiliga kongsgarðinum í somu viku sum Keypmannahavn er vertur fyri altjóða sangkappingina, Melodi Grand Prix. Hetta vikuskiftið kann væntast, at so at siga øll hotellkømur verða bíløgd, býurin verður á tremur við lívi og tónleikaáhugum fólki og øll evropeisk eygu og oyru eru snaraði móti danska høvuðsstaðnum.
Summarið er farið afturum og eftir veturin bjóðar kærleiksgudinnan, Frigg, lívgevandi várinum og sangfuglum tess vælkomnum. Festivalurin, sum setir Føroyar og alt útnorði í fokus, verður hildin vikuskiftið 9. og 10 mai í eini góðari ætlan at miðla hjartamálið, tónleikin, sum øll heimsins fólk skilja, og í royndini at samansjóva og byggja brýr millum fólk og lond í útnorði.
Í dag eru atgongumerkini at fáa á billetlugen.dk og 1000 atgongumerki verða latin fyri serprís á 500 krónur. Fyrsti kostnaður fyri allan festivalin er annars 678 kr. fyri vaksin og 230 krónur fyri størri børn.
Les meira á www.friggfestival.com ella á Facebook síðuni hjá festivalinum.




