Ráðgevari Mín: "Gud er frelsa mín; eg eri tryggur og óttist ikki!" Es. 12,2
ESAIAS – 12. KAPITUL 2 Gud er frelsa mín; eg eri tryggur og óttist ikki, tí Harrin HARRIN er styrki og lovsongur mín, og Hann varð mær til frelsu!" 3 Og við gleði skulu tit oysa vatn úr keldum frelsunnar. 4 Tit skulu siga tann dag: Takkið HARRANUM, ákallið navn Hansara, gerið verk Hansara kend millum fólkini, kunngerið, at navn Hansara er høgt! 5 Lovsyngið HARRANUM, tí stórverk hevur Hann gjørt! Latið hetta verða kunnigt um alla jørðina! 6 Rópið hart og fegnist, tit, sum búgva á Zion! Tí stórur mitt ímillum tykkara er hin Heilagi Ísraels!"
Lovsongur hins frelsta Ísraels.
1 Tann dag skalt tú siga: Eg takki Tær, HARRI, tí víst vart Tú vreiður við meg, men vreiði Tín helt uppat, og Tú troystaði meg!




