Fríhaldið til vinnuna verður nú útbygt við meira data. Frá 1. juli ber til at velja millum trý Fríhald við ávikavist 1GB, 4GB ella 8GB íroknað.
| Fríhaldið til vinnuna verður nú útbygt við meira data. Frá 1. juli ber til at velja millum trý Fríhald við ávikavist 1GB, 4GB ella 8GB íroknað. Tað skal vera bíligt og trygt hjá vinnuni at nýta data í Fríhaldinum. Tí víðkar Føroya Tele nú Fríhaldið soleiðis, at vinnan kann velja data til ein og hvønn tørv. Fyri sløkum mánað síðan varð íroknaða datamongdin til fartelefonir í Fríhaldinum økt frá 100MB til 1GB. Fyri tey flestu merkti hetta, at tey nú høvdu meira data, enn tey høvdu tørv á, samanborið við sína verandi nýtslu. Nøkur hava tó tørv á meira data. Data á fartelefonini er vorðið eitt nógv nýtt amboð í vinnuni, og harvið veksur nýtslan nógv og skjótt. Við hesum í huga hava vit tillagað Fríhaldið, so datatørvurin hjá teimum, ið brúka nógv, verður gingin á møti. Frá 1. juli verða sostatt trý Fríhald at velja ímillum hjá vinnuni. Grundstovnurin í haldunum verður tann sami. Tað merkir, at tú við Fríhaldi kanst tosa frítt millum øll Norðurlond, og tú kanst smsa frítt í Føroyum. Munurin í haldunum er íroknaða nøgdin av data, sum samstundis verður nógv bíligari. Alt eftir hvønn datatørv, tú og tíni fólk hava, kanst tú velja millum 1GB, 4GB ella 8GB íroknað data.Samstundis, sum vit økja datamongdina, gera vit nógv tað tryggari at brúka data. Verður íroknaða datanøgdin uppi, verður tú ongantíð avroknaður fyri meirnýtslu. Hetta ger tað nógv lættari hjá arbeiðsgevarum at bjóða sínum starvsfólkum telefon, tí kostnaðurin altíð er kendur. Tá íroknaða datanøgdin er uppi, fært tú eina fráboðan við sms, samstundis sum vit lækka ferðina á internetinum. Hóast ferðin lækkar, fært tú kortini brúkt internetið til tey mest átrokandi ørindini, so sum at lesa teldupost. Er datanøgdin uppi, tí tín nýtsla veksur, kanst tú sjálvandi eisini velja at uppstiga til eitt av størru haldunum. Við hesum broytingum vil Føroya Tele ganga tørvinum hjá vinnuni á møti, uttan at tað gongur útyvir trygdina. Kostnaðurin fyri eyka data er nógv bíligari enn áður, og tú fært ongantíð eina óvæntaða rokning, tí tú fórt út um íroknaðu nøgdina. |




