Rúsevnir og rúsevnismisnýtsla í Frískt Lot
Rúsevnir og rúsevnismisnýtsla eru evnini í dagsins Frískt lot-sending. Gestir í sendingini eru Heidi I. Tvørfoss, ið hevur master í rúsevnum frá Aarhus Universiteti og arbeiðir á viðgerðarstovninum Frælsi, og Martin Kúrberg, sum er leiðari á Herberginum og viðgerðarstovninum Frælsi.
Heidi I. Tvørfoss greiðir frá síni masterverkætlan, har hon kannaði, hvussu útbreidd rúsevnismisnýtsla er millum ung í Føroyum, og hvat kann gerast fyri at minka um tann vaksandi trupulleikan.
Martin Kúrberg greiðir frá sínum egnu royndum við rúsevnismisnýtslu og tosar um, hvussu týdningarmikið tað er ikki bara at hjálpa teimum, sum stríðast við misnýtslu, men eisini at fyribyrgja, at so nógv enda í misnýtslu.
Vit hoyra eisini ein teasara til summarhittið, sum Jónas Gaard og Marius DC hava gjørt til sendingina.
Lurtið við!