Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Frískur vindur í dag

Hanus Kjølbro, Sjónám

Veðrið teir seinastu dagarnar hevur verið merkt av djúpum lágtrýstum, ið ganga um Kappan og so snara ímóti okkara leiðum – fyrst tvørtur um Grønlandsfjørðin, síðani yvir Ísland og so fara tey fram við okkum skamt norðanfyri. Tað hevur verið tætt ímillum hesi lagtrýst – bert ein dagur ella tveir, so er tað næsta komið. Soleiðis er eisini í dag. Tá ið lagtrýstini flyta seg, broytist veðrið hjá okkum.

Í morgun er ættin blivin til útsynning. Vindferðin er í miðal eitt stívt andøvsgul, 8 til 12 m/s. Eitt brúgvalag við nógvum regni er farið framvið í morgun, men tó kunnu ælingar við væntast allan dag. Teir fara ikki at koma úr brúgvaløgum, men ístaðin at kalda luftin úr Grønlandi gerst óstøðug, tá ið kemur til okkara – bæði tí at hon ornar yvir heitari undirlendi, og eisini tí, at hon verður tvungin upp um høg fjøll. Okkurt heglingsæli verður eisini.

Vindurin í dag fer liggja um útsynning og lágan útsynning. Vindferðin fer at vaksa upp í móti einum skriði, 15 til 18 m/s.

Í dag fer hitin at liggja um 5 til 7 stig.