Leygardagin var móttøka á frisørstovuni Monroe, har frisørstovan vísti hármóta og nakað av tí óvanliga, sum frisørstovan megnar.
Væl av fólki vóru møtt til móttøkuna. Elisabeth segði nøkur orð í byrjanini, og takkaði Elinborg Samson og hennara familju fyri stuðul og góða móttøku.
Ari Samson hevði eisini eina serstaka heilsu til foreldur síni, og treiv hann eisini í ein sang fyri teimum.
Alt í alt ein sera hugnalig løta, og vit lata myndirnar tala fyri seg.




