Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Frítíðarfeløgini í kommununi

Petur Martin Hansen

Góði veljari

Ein týdningarmikil partur í at skapa trivnað og nærdemokrati í eini kommunu eru frítíðarfeløgini. Ígjøgnum mítt virksemi í ymiskum frítíðarfeløgum, so havi eg lagt merki til, at samstarvið millum frítíðarfeløgini og Klaksvíkar Kommunu kundi verið betri og at korini hjá frítíðarfeløgunum kundi verið betri, eitt nú eiga hølisviðurskiftini hjá nøkrum av frítíðarfeløgunum at betrast. Nærdemokratiið eigur at verða styrkt við, at býráðið í størri mun tekur frítíðarfeløgini við uppá ráð. Eitt nú við at spyrja hvørjar tankar tey hava fyri kommuna og hvørjar ætlanir tey hava fyri sínum virksemi. Alt hetta til frama fyri trivnaðin í okkara kommunu.

Vinaliga

Petur Martin Hansen, valevni Javnaðarfloksins