Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Frítíðarklubbi fyri tey, sum hava brúk fyri meir og minni stuðli

Danial Viðoy

TíðindaskrivNú mánadagin 19. sept. fer fríðtíðarklubbin Brekkubrá at byrja aftur. Frítíðarklubbin heldur til á verkstaðnum á Brekku hvørt mánakvøld kl. 19.00.

Fyrr var tað í Hvíthús, at vaksin við við skerdum førðleika samlaðust, har bleiv steðgur í í fleiri ár, men í jannuar tóku vit táttin uppaftur og vit kalla okkum Brekkubrá. Og nú kvøldini myrkjast, ætla vit at gera nøkur hugnalig, stuttlig og spennandi kvøld, har fólk eisini kunnu keypa sær okkurt gott afturvið.

Onki kvøld er líka í Brekkubrá, tey sum koma seta sjálvi dám á kvøldið, ein skrá er gjørd fyri heysti og har er ætlanir um at hava bingo, sang, spurnarkapping og ymiskt annað. Síðan vit byrjaðu í jannuar, hava vit samstarva við klubban í Eysturoynni, har tey í fleiri ár hava hildi til á verkstaðnum Stíggjur. Fyrr fóru vit hvørt mánakvøld inn í Eysturoynna í frítíðarklubba, men so bleiv uppmøtingin so góð úr Klaksvík at grundarlag var til at byrja nýggjan klubba her norðuri. Tað er eisini tí, at fleiri tilflytarar eru komnir hendanvegin, nú nýggjir vardir búðstaðir eru komnir í Klaksvík, og tað má eisini merkjast í býarlívinum.

Í skránna hava vit skriva:

Brekkubrá er fyri vaksin, við skerdum førleika. Talan er um fólk, sum hava tørv á stuðli og hjálp í gerandisdegnum.

Øll sum elska klubban eru vælkomin.

Skrá verður gjørd hvørt kvartal, har ymiskt er á skránni. Hugnakvøld, spurnarkappingar, bindiklubbur, spælikvøld o.s.fr.

Brekkubrá heldur til á Verkstaðnum á Brekku og er hvørt mánakvøld frá kl. 19.00 til 21.00, síðsta kvøld í hvørjum mánaði fara vit út á cafe, bowling o.s.v.

Áðrenn summarferiuna møttu millum 15 og 25 fólk upp, og har var sera ymiskt undirhald á skránni alt frá Hallur Joensen til bingo. Til vanligu kvøldini er bara at møta upp, onki við at siga frá ella hava møtipligt, man kann bara sjálvur síggja á skránni, hvat hevur áhuga, Tað er sum sagt nógv gott á skránni, altíð er ein góður bitið at fáa, havi kanska hondarbeið við. Spurnarkapping plagar at vera væl dámt, og tað byrja vit við mánakvøldið.

Vit gleða okkum at byrja aftur og hopa at fólk aftur í vetur taka væl undir við klubbanum. Vit sum hjálpa til eru Lilliane, Sólgerð, Karstin og Amanda undir Eind 9.