Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Frítíðarlønin er komin

Tíðindaskriv

Í dag, 2. mai, verða gott 461 milliónir krónur goldnar 31.913 fólkum í frítíðarløn. Hetta eru 32 milliónir og 1.354 fólk fleiri enn í fjør.

Frítíðarlønin verður goldin á somu kontu sum seinast, um móttakarin ikki hevur boðað frá øðrum.

Er eingin konta at flyta frítíðarlønina á, verður ein slippur sendur til tann, sum eigur lønina. Slippurin kann latast BankNordik, sum síðan rindar frítíðarlønina út.

Er slippurin ikki innlatin innan eitt ár, fellur peningurin til Frítíðargrunnin.

Harleywoodpaint