Frítíðarlønin verður útgoldin 2. mai 2014
Hevur tú nýliga flutt bústað uttanlands ella ynskir at broyta kontonummar, so er seinasta freist at boða frá1. apríl 2014.
Verður ongin fráboðan send inn, so verður frítíðarlønin sett inn á somu konto sum í fjør.
Um kontan, har frítíðarlønin vanliga verður flutt á, er uppgjørd, fært tú ein sokallaðan “slipp” sendandi. Hesin “slippur” skal latast einum av peningastovnunum, sum síðan rindar frítíðarlønina út. Um “slippurin” ikki er latin peningastovni 1. mai árið eftir, fellur peningurin í frítíðargrunnin.
Fráboðanarskjal til at gera broytingar fæsther
Til ber eisini at senda eina fráboðan við telduposti tiltaks@taks.fo
Fiskimenn, sum ynskja at broyta kontonr., skulu eisini senda fráboðanina til TAKS
Legg til merkis, at hevur tú Mínboks, fært tú longu 16. apríl fráboðan um, hvussu nógv tú fært útgoldið í frítíðarløn. Tey, ið ikki nýta Mínboks, fáa sína fráboðan sendandi við vanligum posti eftir páskir.
Eru ivamál kanst tú seta teg í samband við TAKS á tlf. 352600
TAKS
18. mars 2014




