Frítíðarskúlin er nú skipaður soleiðis, at teir seks skúlaflokkarnir, sum ganga í Snjallubjallu, nú skiftast um at vera í Badmintonhøllini sættu hvørja viku.
Frítíðartilboðið Snjallabjalla er sera vælumtókt. So vælumtókt, at pláss er ikki fyri øllum børnunum í hølunum á Skúlavegi, har frítíðarskúlin heldur til. Tí er Badmintonhøllin nú vorðin ein partur av Snjallubjallu við tað, at flokkarnir skiftast um at vera har.
Og børnini stórtrívast. Amalia Lamhauge er ein av námsfrøðingunum í Snjallubjallu, og hon letur væl at skipanini við Badmintonhøllini: Tey skiftast sættu hvørja viku, og vit starvsfólk skiftast eisini um at vera her við teimum. Tey hugna sær ordiliga her í høllini og tey, sum hava verið her fyrstu vikurnar, eru longu byrjaði at spyrja um, nær tey sleppa aftur í Badmintonhøllina, fortelur Amalia.
Í umsitingini hjá kommununi fegnast barnaansingarsamskiparin um praktisku loysnina, sum avgjørt eisini hevur fakligar fyrimunir við sær – Badmintonhøllin letur upp fyri javnvági millum grovrørslur og fínrørslurnar í gerandisdegnum hjá børnunum. Børn hava tørv á grovrørsluligum avbjóðingum líka væl sum fínrørsluligum, og við at lova teimum yvir í Badmintonhøllina sleppa tey ordiliga at sláa seg leys og gloyma alt um teldlar og skermar í eina løtu, sigur Sigrun Vágstún, barnaansingarsamskipari í Klaksvíkar kommunu.
Hesa vikuna er tað 1. B, sum er í Badmintonhøllini og í góðveðrinum mánadagin lá væl fyri at spæla vatnkríggj og annars halda til uttanfyri. Jógvan Skorheim, borgarstjóri vitjaði í Badmintonhøllini hendan dagin, og børnini tóku væl ímóti honum, bæði úti og inni.




